– Vit vóna at fleiri fáa áhuga fyri matgerð við avroðum

– Avroð er føðslu-og smakkrík rávøra, og nógvir møguleikar eru at nýta avroð í matgerð, sigur Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen, sum hevur fingið umhvørvisstuðul til at skipa fyri einum tiltaki

Umhvørvisstuðulin og Grøna virðislønin frá Tórshavnar kommunu umframt Grøna gávan frá Etika vórðu latin í mikukvøldið 7.oktober í Reinsarínum. Sunniva Gudmundsóttir Mortensen fekk játtað umhvørvisstuðul til at samskipa tiltak, ið varpar ljós á avroð.

Tiltakið er ein felagsmáltíð, sum verður hildin 18. oktober í hølunum hjá matstovuni, Silo, á Vestaru Bryggju í Havn. Høvuðskokkurin á Fútastovu, Teitur Christensen, stendur fyri matgerðini, og borðreitt verður við 5 ymiskum rættum við avroðum, ið verða keypt frá bóndagørðum í kommununi: Dalaheimi, Hoyvíksgarði, Signabøgarði og Syðradalsgarði. Grønmeti verður keypt frá feløgunum: Vøkstri, Veltuni og Uttastovugarði.

– Avroð er føðslu-og smakkrík rávøra, og nógvir møguleikar eru at nýta avroð í matgerð. Nakað av avroðum verða tikin upp og seld hvørt ár, men tað er langt frá alt, ið verður gagnnýtt. Av tí at lítil eftirspurningur er eftir avroðum, enda stórar nøgdir av avroðum á tyrvingarplássinum hvørt ár. Hetta er stórt spell, sigur Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen. 

– Vit vóna, at tiltakið kann gera, at fleiri fólk fáa áhuga fyri matgerð við avroðum. Læra vit okkum at virðismeta avroð og aðrar gloymdar rávørur, gera vit bæði umhvørvinum, bóndanum og okkum sjálvum eina tænastu, sigur hon.

50 borgarar í Tórshavnar kommunu sleppa við til tiltakið. Á facebooksíðuni hjá Matkovanum er kapping, har tú einans skal deila uppslagið og viðmerkja, hvønn tú vilt hava við til tiltakið, so ert tú við í lutakastinum um luttøku til tiltakið í Silo. Vinnararnir verða kunngjørdir 15. oktober.