Vit vístu karakter

Einki var at siga til, at venjarin hjá EB/Streymi, Sigfríður Clementsen, var sera vælnøgdur eftir 2-1 sigurin á NSÍ leygarkvøldið.

– Hetta var øgiliga gott, tí vit hava í eina tíð ikki vunnið dystir, hóast vit hava spælt væl. Men í dag vístu vit karakter og bæði arbeiddu og bardust fyri sakini ímóti einum liði, sum vildi spæla við, segði hann.

– Vit eru ikki við í kappingini um meistaraheitið, men fegnast um, at vit nú vunnu ein dyst upp á tann rætta mátan.

Sigfríður hevur heldur hug at hyggja fram ímóti teimum komandi dystunum hjá EB/Streymi:

– Nú skulu vit mikukvøldið spæla ímóti Víkingi og síðani spæla europeiskar dystir, áðrenn steypafinalan er á skránni. Fyri okkum er umráðandi at fáa nøkur ting at rigga, nú vit nærkast hesum uppgávunum.