- Vit vilja hava Harry Potter!

Nógvu fansini av Harry Potter eru ónøgd við, at Warner Bros hevur útsett frumframsýningina av nýggja Harry Potter-filminum.

Sætti filmurin í røðini um unga gandakallin Harry Potter skuldi eftir ætlan hava frumframsýning í november 2008, men nú hevur filmsfelagið sagt frá, at filmurin verður seinkaður og ikki kemur í biografarnar í juli mánaða 2009 ? átta mánðir seinni enn ætlað var.

 

Hetta hevur gjørt nógvu fjeppararnar av Harry Potter í øðini. Tey hava nú gjørt eina undirskriftsinnsamlan móti avgerðini hjá Warner Bros og 12.000 fólk hava longu skrivað undir.

 

- Einasta orsøkin til, at tey hava útsett filmin, er, at tey vilja tjena fleiri pengar. Vit ætla tó ikki at góðtaka hetta. Tey hava lovað okkum filmin í biografarnar í november og vit vilja tí eisini hava hann í biografarnar í november, sigur ein fjeppari frá.