Løgmaður, Aksel V. Johannesen, og landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen, hava latið inn eina umsókn um limaskap í Norðurlandaráðnum og í Norðurlendska Ráðharraráðnum.
- Føroyar hava søkt einaferð fyrr, í 2003, og vit halda, at nú er tíð at royna aftur. Grønland og Áland stuðla okkum og fylgja væl við hvussu leikur fer í hesum. Tó søkja tey ikki sjálvi um limaskap enn. Grønland leggur sína orku í artiska ráðið, sigur Poul Michelsen, ið tó ikki vil verða alt ov bjartskygdur viðvíkjandi møguleikanum at fáa limaskap.
- Hini londini eru bangin fyri, at Danmark fer at fáa ov stórt vald, men tað er bygt á tað skeivu fortreyt, at tey halda okkum verða Danmark, sigur Poul Michelsen.
Landstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum sigur, at landsstýrið vil hava staðfest, at vit eru eitt norðurland og vilja hava somu rættindi í Norðurlandaráðnum og Ráðharraráðnum sum limaland og ikki sum partur av Danmark.
- Seinast vit roynd bleiv úrslitið Álandsskjalið, ið t.d. gav okkum møtirætt í ráðharraráðnum, men vit hava ongan atkvøðurætt. So fáa vit at síggja hvussu langt tað røkkur hesuferð, sigur Poul Michelsen.