Millum larmandi rundsagir og arbeiðandi handverkarar á loftinum í fyrrverandi IDÉ-húsinum á Óðinshædd í Havn, fyrireikar telefelagið Alnót eina innrás á føroyska fjarskiftismarknaðin.
Í tí einasta liðugt innrættaða rúminum stendur eitt nútímans opið kontórlandslag við eini tíggju stólum, ið allir eru tómir. Her er útsýnið ígjøgnum panoramavindeyguni niður á Hoyvíksegin, og herfrá skal nýggja fyritøkan stýrast inn í nýliga avmonopoliseraðu fjarskiftisvinnuna.
Tveir av monnunum, ið hava ábyrgdina av, at kósin hjá fyritøkuni verður sett og hildin, eru Bjarni A. Bjarnason, stjóri, og Rani Nolsøe, menningarstjóri.
Og hóast hvørki hølir ella teknisk útgerð eru klár enn, hava teir longu bundið slipsaknútin og eru møttir til arbeiðis hjá fyritøkuni í eina tíð nú. Teir eru teir einastu, sum eru í bygninginum hendan dagin, hóast sjey fólk nú eru á lønarlistanum hjá Alnót. Hini starvsfólkini øll eru annaðhvørt uttanlands á skeið ella á fundi uttan fyri húsið.
Vit vilja vera kendir
? Eg tók við starvinum í fjør heyst og síðan tá hevur gongd verið á, sigur Bjarni A. Bjarnason, stjóri. Hini starvsfólkini eru komin so líðandi, og nú er fyritøkan fullmannað.
? Higartil hevur arbeiðið hjá okkum verið at funnið tey røttu fólkini til fyritøkuna og at bygt organisatiónina upp, samstundis sum vit hava fingið avtalur í lag við allar partarnar, ið eru involveraðir her í byrjunararbeiðinum, sigur stjórin.
Nú er grundstamman í organisatiónini fingin upp á pláss, og hugsjónin handan fyritøkuna snøggað til og sett í gongd. Hendan hugsjón sæst millum annað aftur á fysisku kørmunum.
? Eitt av teimum málunum, ið vit hava sett okkum er, at fólk skulu kenna okkum. Viðskiftafólkini skulu vita hvørji vit eru, og hvar tey hava okkum. Millum annað tí hava vit valt at innrættað arbeiðsplássið soleiðis sum vit hava, sigur Rani Nolsøe, og greiðir frá, at rúmið, ið vit standa í, bæði er móttøka av viðskiftafólki, stjórakontór og alt, sum harímillum liggur. Øll sita kring eitt stórt borð í opna kontórlandslagnum. Hugsjónin er, at soleiðis kunnu viðskiftafólkini síggja beint ígjøgnum fyritøkuna, eins og starvsfólkini í øllum teimum ymisku funktiónunum verða noydd at síggja vitjandi kundan í eyguni, um so hesin kemur fyri at bíleggja internethald ella vísa sína nøgd ella ónøgd.
Við høvdinum fyrst
? Hetta rúmið hevur ein glasvegg vendandi út ímóti einum av mest trafikeraðu vegunum í Havn, og tey, sum koyra framvið, síggja beint inn til okkum. Vit goyma okkum ikki. Vit vilja vera kendir. Tað skal vera ein av okkara styrkjum. Øll vita hvat Føroya Tele er, men eingin sær inn í fyritøkuna. Hon er ikki gjøgnumskygd, og tí kenna fólk hana heldur ikki, sigur Rani Nolsøe og fjalir soleiðis heldur ikki tann háttin, sum Alnót hyggur at føroyska fjarskiftismarknaðinum.
? Okkara kappingarneyti er Føroya Tele. Okkara mál er at gerast eitt nátúrligt alternativ til Føroya Tele, og vit ætla okkum ikki at sníkja okkum inn frá síðulinjuni. Vit fara út við fullari styrki, tá vit einaferð eru klárir, leggur Bjarni A. Bjarnason uppí.
Bara pláss fyri tveimum
Stjórin leggur ikki fingrarnar ímillum, tá hann metir um ta kapping, sum Alnót ætlar sær út í.
? Eftir mínari meting er bara pláss fyri tveimum stórum veitarum á marknaðinum. Tað fer altíð at vera pláss fyri fleiri smærri veitarum, ið spesialisera seg innan okkurt serligt slag av tænastu. Men tað kunnu ikki vera fleiri veruliga kappingarførir veitarar.
At Alnót verður annar av hesum veitarunum tykjast stjórin og menningarstjórin ikki nakrantíð at hava ivast í.
? Hendan fyritøkan hevur nógvan kapital aftanfyri seg og fólkini, ið manna hana, arbeiða topp professionelt. Vit fara ongan veg út á marknaðin, fyrr enn vit eru hundrað prosent klárir, og tá vit koma á marknaðin, so fer tað at merkjast. Hetta er ikki nøkur kjallarafyritøka, sigur Rani Nolsøe, ið millum annað hevur sum arbeiðsøki at marknaðarføra fyritøkuna.
Byrjaði í smáum
Smápartafelagið Alnót varð sett á stovn av KT-fyritøkuni VIT í 1999 við tí eina endamáli at veita bíligari og betri internetsamband enn Føroya Tele, sum fram til 15. mars hetta árið hevði havt einakarætt at veita fjarskiftistænastur í Føroyum.
Men áhugin fyri at seta pengar í nýggju vinnuna var stórur, og 14. juni í fjør varð Alnót umskipað til eitt partafelag við 10 milliónum í eginpeningi og væl størri ambitiónum enn bert at veita internetsamband. Høvuðsíleggjarar vóru Framtaksgrunnur Føroya, Kaupthing og Tallaton Holding. Nú kom gulleggið í fjarskiftisvinnum aðrastaðni í heiminum, fartelefoni, eisini á dagsskránna.
Í heyst bjóðaði Vinnumálastýrið fyritøkum at søkja um sokallað koncessión, ella loyvi, at veita fartelefontænastur og millum jól og nýggjár fekk Alnót hesa koncessión og harvið eisini grønt ljós at fara undir eitt miðvíst arbeiði fram ímóti at gerast veitari av bæði fastnet- og fartelefontænastum.
Koma fram í apríl
Fastnettænastur, so sum vanligt telefoni og internet, ætlar Alnót at bjóða fram við at leiga seg inn á kervið hjá Føroya Tele. Hinvegin arbeiðir fyritøkan við at seta egið fartelefonkervi upp.
Tíðartlanin hjá Alnót sigur, at í apríl mánaði fer fyritøkan at bjóða tænastu innan vanligt telefoni og uppringt internetsamband, og einaferð í summar verður latið upp fyri GSM tænastum um egið kervi.
Restin av ætlanini, so sum hvat slag av tænastum talan verður um og til hvønn prís, verður hildin tætt inn at kroppinum, tí teir ætla ikki at geva kappingarneytanum betri møguleika at fyrireika seg, enn hann longu hevur. Tí at kappingin verður hørð og at nógv stendur upp á spæl, hevur Alnót ein greiðan varhuga av.
? Vit fara ikki at sleppa at vassa inn og útkonkurera Føroya Tele. Føroya Tele hevur havt góða tíð at umstilla seg, og hon hevur eitt fartelefonkervi, sum longu hevur forrentað seg og nú bara kastar av sær. Vit koma hinvegin inn á marknaðin við einari stórari nýggjari íløgu, sum vit skulu hava inn aftur, sigur menningarstjórin, meðan hann kritar banan upp.
Harumframt hevur Føroya Tele eina eginogn, sum fær partapeningin í Alnót at líkjast einari barnauppsparing.
Men hinvegin kann nýggjur partapeningur til eina og hvørja tíð skjótast inn i Alnót, meðan Føroya Tele sum alment partafelag bert kann fíggja nýíløgur við verandi eginognini ella ígjøgnum banka.
Gera kundan til vinnara
Júst hvat fer at henda tann dagin, tá Alnót kunngerð hvørjar tænastur fyritøkan fer at veita og til hvørjar prísir, eru teir báðir menninir á 1. hædd á Óðinshædd rættiliga spentir uppá.
? Eitt vita vit fer at henda, og tað er, at kundin gerst vinnari. Vit gera kundan til vinnara við at bjóða betri tænastu til lægri prísir. Føroya Tele fer at svara aftur við at lækka sínar prísir, tí tað hava teir ráð til. So mikið vita vit. Og møguliga fara teir eisini veita eina frægari tænastu, enn ta verandi. So uttan mun til hvat annars hendir, so gerst kundin vinnari. Vit mugu so bara vóna, at kundin eisini letur okkum gerast vinnarar so at vit ikki líða somu lagnu sum Trygd gjørdi, tá tryggingareinkarætturin varð avtikin í síni tíð, sigur Rani Nolsøe.
Hann sipar her til gongdina á føroyska tryggingarmarknaðinum, har nýggja fyritøkan á marknaðinum, Trygd, bjóðaði lægri prísir, men ikki fekk viðskiftafólk hareftir, tí Tryggingarfelagið Føroyar beinanvegin lækkaði sínar prísir og megnaði at halda sínum viðskiftafólkum.
? Tað sama kann í teorini henda okkum, men vit velja at trúgva at vit kunnu bjóða eina tænastu, sum kundin ikki fær aðrastaðni og harvið sleppa at gerast vinnarar saman við kundunum, sigur Rani Nolsøe.
? Hendir tað at Føroya Tele megnar at halda upp á kundarnar og vit mugu gevast, so kunnu vit øll vera vís í, at prísirnir so fara at hækka aftur. Einkarættur er gagnligur í summum periodum, men millum annað tøkniliga menningin innan fjarskifti hevur havt við sær, at tíðin fyri langari tíð síðan fór frá einkarætti á føroyska fjarskiftisøkinum, leggur Bjarni A. Bjarnason, stjóri í telefelagnum Alnót afturat.
Fjarskifti á vegamóti
Hálvttriðja ár eftir at nýggj løgtingslóg um fjarskifti kom í gildi, og minni enn tvey ár eftir at einkarætturin á fjarskiftisøkinum reelt var avtikin og fjarskiftisloyvir útbjóðað, stevna tvær kapitalsterkar fyritøkur út á føroyska fjarskiftismarknaðin, har fyrrverandi Telefonverkið, sum í sambandi við avmonopoliseringina er blivið umskipað til almenna partafelagið Føroya Tele, hevur gjørt seg til reiðar til kappingina.
Onkrar smærri fyritøkur eru farnar at bjóða serligar fjarskiftistænastur út, men enn bíðar marknaðurin eftir teimum tveimum nýggju tungvektarunum í vinnuni.
Annar teirra, TeleF, er so smátt farin undir at bjóða tænastur fram, og hin, Alnót, er á veg. Á hesum síðum royna vit at kanna hvat er í væntu á fjarskiftisøkinum við at hyggja at aðrari av fyritøkunum, Alnót, ið sigur seg ætla at byrja við einum braki.