Vit vistu ikki betur

Tvey av ferðafólkunum við Norrönu hendan nú famøsa túrin vóru ikki serliga bangin. Tað var nevniliga fyrstu ferð tey sigldu, og tí vistu tey ikki, at tey upplivdu nakað út yvir tað vanliga

Í góðveðrinum í morgun legði Norröna umsíður at landi í Havn. Hetta gjørdist ein óvanliga drúgvur túrur, sum væl allir føroyingar nú kenna til.

Klokkan um 9.30 legði Norröna at kei, og tveir tímar seinni kundu ferðafólkini so endiliga dragsa sítt viðføri í land. Flest øll, sum Sosialurin tosaði við, vóru fryntlig og tóku drúgvu ferðina sum eitt upplivilsi. Men flest øll vóru eisini samd um, at løtan, tá skipið rak fyri vág og vind, ikki var serliga stuttlig.

Onkur av ferðafólkunum samanbar hetta við at eiga barn. Tað var eitt sindur ógvusligt, meðan tað stóð upp á, men so skjótt tað var yvirstaðið, var tað gloymt.

- Tá vit vóru komin til Hetlands, høvdu vit gloymt alt um ringa veðrið og ringa rullið, segði hendan kvinnan.

Onnur vóru enn meira lítillátin, tá tað um óveðrið umráddi. Donsku hjúnini Nadia og Allan Jensen søgdu, at tey ongantíð vóru serliga fjálturstungin, tí tey snøgt sagt ikki vistu, at talan var um nakað óvanligt.

- Vit hava ongantíð siglt áður, so vit vistu ikki betur enn, at hetta var púra vanligt. Sjálvandi virkaði tað eisini ógvusligt upp á okkum, tí vit máttu halda okkum gølt, samstundis sum dótturin spýið maga og merg úr sær, sigur Allan Jensen.

Men hetta hevur kortini ikki verið meiri skakandi enn so, at tey ætla sær at sigla niður aftur til Danmarkar. Tey eru annars komin heim at vitja vinfólk í Føroyum.

 

Sorl á bildekkinum

Tey ferðafólkini, sum Sosialurin tosaði við, lótu annars væl at ferðini, hóast hon gjørdist so drúgv. Flestu hildu seg hava fingið eina góða viðferð og góða kunning umborð, og høvdu einki sum so at fílast at.

Men onkur setti tó spurnartekin við avgerðirnar hjá skiparanum um at fara úr Bergen yvirhøvur.

- Norska útvarpið hevði alla vikuna boðað frá, at helmingurin av manningunum á boripallunum har um vegir bleiv evakuerað orsakað av vánaligu veðurlíkindunum, og kortini bleiv gjørt av at fara úr Bergen. Og fyri tað næsta var Norröna ikki meiri enn tveir tímar úr Bergen, tá óhappið hendi, og kortini varð gjørt av at halda fram til Hetlands, heldur enn at sigla inn aftur til Bergens, var metingin hjá einum av ferðafólkunum.

Onkur annar var eitt sindur firtin inn á miðlarnar, sum hann helt høvdu blást hendingina upp og harvið loypt ræðslu á fólk her heima.

Men hvussu var og ikki, so dylir leiðslan á Smyril Line ikki fyri, at hesin túrurin úr Bergen til Føroya var nakað út yvir tað vanliga. Tað prógva myndirnar her á síðuni eisini.

Myndirnar eru tiknar í Hetlandi. Tryggingin var nevniliga ikki liðug við sítt arbeiði umborð fyrr enn væl eftir miðdag, og áðrenn teirra umboð høvdu avgreitt sítt, slapp eingin óviðkomandi umborð á Norrönu. Men nógvir av teimum 191 bilunum hava fingið skaða, tað er vist.