Í fjør skoraði Finnur Justinussen útjavnandi málið á Svangaskarði, tá Víkingur í fyrra dystinum móti FC Inter Turku leikti javnt 1-1. Í kvøld legði Finnur Justinussen Víking á odda 1-0, tá 22 minuttir vóru leiktir. Sostatt hevur áleyparin góðar royndir av Europa League fótbólti á Svangaskarði.
Finnur Justinussen sigur, at teir í Víkingi, eru væl nøgdir við dystin.
- Vit leggja eitt høgt trýst á teir tann fyrsta hálva tíman og eg haldi at vit byrja dystin væl. Gjøgnum allan dystin haldi eg, at vit vinna fult uppiborið. Nú kunnu vit iðra okkum um, at vit ikki gjørdu fleiri mál.
Stuttligt at spæla saman við 'Lava'.
Í seinna hálvleiki spældi Finnur Justinussen aftur í álopinum saman við Andreas Lava Olsen. Teir báðir vóru álopspar í 2009, tá Finnur Justinussen seinni gjørdist toppskjútti í føroysku deildini. Finnur sigur, at tað er gott at hava 'Lava' aftur í Víkingi.
- Tað var stuttligt at spæla saman við Andreas Lava Olsen aftur. Hann hevur øgiligar dygdir, tí við sínum skjótleika og sínari styrki, dregur hann fleiri mans til sín. Tað sóu vit eisini, tá vit skora til 2-1, tá hann rennur frá verjuni hjá mótstøðuliðnum, fyri síðani at leggja okkum á odda. Hann gjørdi tað væl og kundi við eitt sindur av hepni, skora okkurt mál afturat í dystinum.
Skulu spæla á sama hátt á útivølli
Finnur Justinussen sigur at teir í seinna dystinum móti Daugava Daugavpils skulu fara út á sama hátt, sum til dystin í kvøld.
- Í staðin fyri at pakkað okkum saman, skulu vit leypa eitt sindur á. Fáa vit eitt skjótt mál á útivølli, verður tað uppaftur truplari hjá Daugava Daugavpils at venda dystinum.