At síggja til er bilurin komin úr Saltnesi, og tá hann kemur oman móti rundkoyringini, koyrir hann bara beint fram og rennur í listaverkið. Nakað av skaða sást á listaverkinum eftir óhappið.

Vita ikki hví óhappið hendi

Tað var ein tilkomin bilførari, sum í gjár koyrdi beint inn í listaverkið í rundkoyringini í Eysturoyartunlinum, men løgreglan sigur, at her var eingin illgruni um rúsdrekkakoyring.

At síggja til er bilurin komin úr Saltnesi, og tá hann kemur oman móti rundkoyringini, koyrir hann bara beint fram og rennur í listaverkið. Nakað av skaða sást á listaverkinum eftir óhappið.

Stutt fyri middag í gjár hendi eitt ferðsluóhapp í Eysturoyartunlinum, har ein bilførari koyrdi á rundkoyringina inni í tunlinum.

 

At síggja til er bilurin komin úr Saltnesi, og tá hann kemur oman móti rundkoyringini, koyrir hann bara beint fram og rennur í listaverkið, sum prýðir rundkoyringina.

 

Í gjár visti løgreglan at siga, at bilførarin var við vit, tá sjúkrabilur flutti hann á Landssjúkrahúsið, og í samband við ferðsluóhappið var tunnilin stongdur eina løtu.

 

Tá spurt varð í morgun um, hvussu bilførarin hevði tað, visti vaktleiðarin á løgreglustøðini einki at siga um tað, men vónandi kom bilførarin væl burtur úr óhappinum.

 

- Talan var um ein tilkomnan bilførara. Vit vita ikki, hví óhappið hendi. Kanska var tað ósketni, men tað er eingin illgruni um rúsdrekkakoyring, legði vaktleiðarin aftrat.

 

Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/rendi-i-rundkoyringina-i-eysturoyartunlinum

 

 

 

 

 

 

 

At síggja til er bilurin komin úr Saltnesi, og tá hann kemur oman móti rundkoyringini, koyrir hann bara beint fram og rennur í listaverkið. Nakað av skaða sást á listaverkinum eftir óhappið.