Við Torkil Mørkøre á odda stóð Vitin fyri eini hugnaligari framførslu. Tónleikurin er kanska meir til tey tilkomnu, men tó tóku teir yngru áhoyrarirnir sera væl ímóti Vitanum.
Vitin spældi mest løg hjá Torkil Morkøre. Talan er um lættan og títtan tónleik, sum fær fótin at sveiggja. Løgini hjá Torkil eru heilt væl skrivað. Tey eru einføld og rættiliga fangandi. Tónleikararnir duga eisini væl at fótað sær í tónleikinum, og er hetta deiligt at hoyra. Vitin er mannaður við dugnaligum tónleikarum. Bólkurin spælir væl, og teir tríggir sum syngja framførdu sannførandi. Tó var tað røddin hjá Torkil sum skaraði framúr. Ljóðmyndin var rein og vøkur, og tú verður ferð eftir ferð mintur á, at salurin í Kelduni er framúr góður til tónleikaframførslur. Framførslan var kryddað við felagssangi, sum fekk salin at runga. Øll reistist og sungu við, og tú vart onkuntíð í iva um, tú vart til konsert ella á møti. Samanumtikið var hetta var ein fín framførsla við tónleiki av tí eldra slagnum.