Vitjaðu føroysk alibrúk við Ford F-250

:)

Síðst í mai mánaði vóru umboð fyri norsku fyritøkuna, Lift-Up, og vitjaðu á fleiri alibrúkum í Føroyum. Stjórin á fyritøkuni, Einar Holmefjord, og nevndarformaðurin, Jørgin Gunnarsson, sum eisini býr í Norra, vóru her, og høvdu teir ein stóran Ford F-250 jeep við sær.


Stórsti útflutningsmarknaður

Tá Einar Holmefjord í 1984 kom at arbeiða í alivinnuni, var hann varðugur við trupulleikarnar av, at deyður fiskur og annað avfall lá á botninum í aliringunum. Hetta førdi við sær, at hann miðvíst arbeiddi við eini loysn á hesum trupulleika. Í 1990 hevði hann upfunnið eina skipan, sum hann fekk patent uppá. Sama árið stovnar hann sína egnu fyritøku, Lift Up Akva AS.

Uppfinningin hjá Einar Holmefjord bleiv sera væl móttikin, tí alarar vita, at deyður fiskur á botninum í aliringum, kann vera orsøk til, at sjúkur fara at breiða seg. Tí er umráðandi at fáa tann deyða fiskin úr ringinum beinanvegin.

Skipanin virkar á tann hátt, at ein glastrevja trakt verður sett í botnin á aliringinum. Úr traktini verður ein slanga við samanpressaðari luft løgd upp til vatnskorpuna og í ein skiljikassa, har deyður fiskur, fóður, ið ikki er etið upp og avfall kemur upp við. Á henda hátt verður alt avfallið leitt burtur frá alibrúkunum.

Føroyar eru størsti útflutningsmarknaður hjá Lift Up, og flestu stóru alibrúkini her hjá okkum eru kundar hjá teimum. Fyritøkan verður umboðað á teimum stóru alimessum um allan heimin og selur til lond sum t. d. Japan, USA, Portugal og Malta.


Ford F við 7.3 l motori og 320 hestum

Bilurin hjá stjóranum er ein stórur Ford Super Duty F-250 jeepur, við einum 7,3 litur Power Stroke V8 diesel motori við 320 HK, Turbo og Intercooler.

Sum seks persóna privatbilur kostar hann 800.000 krónur, men hesin bilurin er keyptur uttan baksetur, og var hann hálva millión norskar krónur bíligari ? og kostaði 300.000 krónur. Tá hevur hann pláss til tvey ferðandi umframt føraran.

Eftir norskum reglum krevst tá koyrikort til lítlan lastbil upp til 7500 kg. Bilurin hevur loyvi at draga annhangara upp til 6 tons.

Tær nýmótans síðuhurðarnar eru gjørdar soleiðis, at tá báðar hurðarnar verða latnar upp samstundis, er eingin stólpi í millum og lætt er at koma inn og út.

Bilurin hevur bakhjólstrekk og kann skifta til fýrahjólstrekk meðan koyrt verður við 100 km/t.

Annars hevur bilurin fartpilot, overdrive, airbag framman, myrkt glas á aft-aru rútunum.

Ford F er ein av heimsins mest seldu bilum, og eru næstan 30 milliónir gjørdir, síðan teir fyrstu ferð komu á markanðin í 1948.

Ford F hava ikki verið marknaðarførdir í Danmark, tí teir vóru mettir at vera ov stórir og dýrir.acute;larklárt, at danska stjórnin - tað hevur hon sagt - ynskir ikki, at Føroyar gerast sjálvstøðugar. Tí hevur tað eisini í samráðingunum verið roynt at forða fyri, at man kemur víðari við ætlanunum hjá landsstýrinum. Tí er samráðingarstøðan hjá landsstýrinum eisini truplari enn tann hjá donsku stjórnini.

-Í Føroyum hava vit ikki andstøðuflokkar, sum siga, at vit eiga at lata landsstýrið samráðast. Vit hava harafturímóti andstøðuflokkar, sum siga, at tað sum landsstýrið ger, er beinleiðis skeivt, og tað siga teir eisini við danskar politikarar og fjølmiðlar. Tað er tað, sum danska stjórnin kann brúka í síni samráðing: tá man fer til harðar samráðingar og har báðir partar hava sínar meiningar og ynski, so er samráðingarstøðan hjá donsku stjórnini sterk, tí hon hevur undirtøku frá flestu flokkum á fólkatingi - hinumegin er samráðingarstøðan hjá landsstýrinum veik, tí her heima er tað ein stórur partur av tí parlamentariska grundarlagnum, sum beinleiðis mótarbeiðir landsstýrinum í samráðingunum.

Tað merkir sigur landsstýrismaðurin víðari, at vóru føroyingar samdir í heildini, at man sjálvandi skal hava eina rímuliga skiftistíð, og at hetta er eitt rímuligt krav frá føroyingum, tí man nú tekur tí fullu ábyrgdina - vit hava eisini verið undir donskum valdi í 600 ár, og tí má man hava eina rímuliga umstillingartíð - so hevði Nyrup ongantíð gjørt tað, sum hann ger í løtuni.

Høgni Hoydal ivast tí ikki í, at hevði Nyrup fingið nóg sterk krøv úr Føroyum og nóg sterka fokusering uppá, hvat føroyingar halda vera rímuligt, so hevði hann heldur ikki spælt út við 4-5 árum.

-Sigur tú harvið, at tað er andstøðan, sum gevur donsku stjórnini trumfkort á hondina fyri at kunna ganga ímóti politikkinum hjá landsstýrinum?

-Eg skal ikki pástanda, at hon ger tað tilvitað, men parlamentariska støðan í Føroyum ger, at Nyrup kann brúkar nakrar trumfir, sum hann annars ikki hevði kunnað brúkt. Tað ger, at hann kann koma við heilt ógrundaðum útmeldingum uttan at hann fær nóg sterkt svar uppá tiltalu.

Hví spyr eingin Nyrup um, hví hann heldur 4-5 ár eru rímulig. Hvat liggur í boðskapinum hjá honum? Eru 4-5 ára skiftistíð rímulig fyri eitt land, sum nú vil vera sjálvstøðugt, meðan eitt land, sum ikki vil vera sjálvstøðugt skal bara hava pengar í allar ævir? Tað hava vit ikki fingið nakra skilagóða grundgeving fyri enn heldur landsstýrismaðurin.