info
Ongi úrslit

Vitni sá gentuna stutt áðrenn líkið varð funnið

- Tað ringasta, sum kundi henda, er hent, og tað týdningarmiklasta er at taka hond um hvønn annan, sigur presturin, Arnt Nordkil

Vilmund Jacobsen
29. mars 2026 kl. 21:39

Í dag er lítið av nýggjum komið fram um 15 ára gomlu norsku gentuna, sum gjáramorgunin varð funnin deyð á Gran Kanaria, har hon saman við familju síni var og ferðaðist.

Ein lokalur træskerari hevur í nátt skorið træhjartað, sum sæst á myndini omanfyri, so fólk, sum í dag hava verið til minningarløtu fyri gentuni, hava havt møguleikan at skriva eina heilsu á hjartað.

Av nýggjum, sum er komið fram í dag, er, at eitt vitni gjáramorgunin sá gentuna standa og gera eitt hvørt, áðrenn hon løtu seinni varð funnin deyð við sjóvarmálan í Puerto Rico.

Lítla kommunan, har gentan og familja hennara búðu, Sørfold kommuna í Nordland, hevur í dag - pálmasunnudag - verið fjald av skýggjum.

Gentan gekk á framhaldsskúlanum, Straumen skúla í kommununi, har tey flestu kenna hvønn annan.

- Tað ringasta, sum kundi henda, er hent, og tað týdningarmiklasta er at taka hond um hvønn annan, sigur presturin, Arnt Nordkil, við Verdens Gang.

Presturin leggur aftrat, at syrgiliga hendingin á Gran Kanaria rakar bæði ungdómsumhvørvið í kommununi og alt lokalsamfelagið ógvuliga hart.

Myndin er ikki tøk

Spanska løgreglan á Gran Kanaria kannar deyðsfallið, og líkskurður hevur verið, men enn er einki ítøkiligt frætt um, hvat kann vera hent 15 ára gomlu gentuni.

Sambært løgregluni eru ábendingar um, at talan kann vera um eina vanlukku, men tað er ov tíðliga av siga nakað um hetta enn.

Lesið eisini - Familjan er skakað

https://www.in.fo/news-detail/gentan-var-15-ar-familjan-er-skakad

 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

Í gjár kl. 15:45

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Tað gekk sum Sigfríður spáddi

25. oktober kl. 20:51

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Dómari vísir rættarmáli hjá Trump móti Wall Street Journal frá sær

44 minuttir síðan
Fótbóltur

Landsliðsliðskiparin fekk reyða kortið

1 tími síðan
Fótbóltur

Hanus skoraði í stórsigri hjá Aluminij

1 tími síðan
Tíðindi

Noreg: Maður doyði á einari venjingarstøð

2 tímar síðan
Hondbóltur

16 føroysk mál tá Valur vann fimta sigurin á rað

2 tímar síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Samuel er ósigrað í seks teimum seinastu dystunum

2 tímar síðan
Hondbóltur

Gylta hevði 15 bjargingar í heimasigri hjá Skuru

3 tímar síðan
Tíðindi

Meira enn 5.000 deyð av ebola í DR Kongo

3 tímar síðan
Hondbóltur

Rakul stórspældi tá Skanderborg vann botnbrakið

4 tímar síðan
Tíðindi

Verkfall í 113 havn­um – mót­mæla vápna­flutn­ingi og krígs­vanda

4 tímar síðan
Hondbóltur

Liðini hjá Eliasi og Vilhelmi vunnu

4 tímar síðan
Fótbóltur

Bartal Páll er besti málskjútti í Gundadali

5 tímar síðan