Sambært Terja Sigurðsson á kappingareftirlitinum, kemur møguliga samanleggingin av Vodafone Ísland og Føroya Tele, helst á teirra borð, um hon verður veruleiki - Eg veit ikki, hvat er í hasum tíðindunum, men verður ætlanin framd, so koma vit í eina monopolstøðu. Tí við sínum ognarparti í Vodafone í Íslandi fær Føroya Tele ræðið á Vodafone í Føroyum, sigur Terje Sigurðsson í kappingareftirlitinum.
Vodafone í Føroyum er dóttirfelag hjá Vodafone í Íslandi, og tí fylgir Vodafone í Føroyum við, um Føroya Tele keypir Vodafone í Íslandi - sum Morgunblaðið í Íslandi skrivar - um ikki onkrar treytir verða við.
- Fylgja treytir ikki við, so verður tað í veruleikanum bara eitt telefelag í landinum, og tað fylgir nokk ikki politiska viljanum, sum var, tá monopolið varð avtikið, sigur Terje Sigurðsson.
Men verður hesin handil veruleiki, so merkir tað helst, at málið kemur á borðið hjá kappingarmyndugleikunum bæði í Føroyum og í Íslandi.
- Hetta er ein potentielt mál, og í veruleikanum eru trý møgulig útfall, sum í øllum samanleggingarmálum. At samanleggingin verður góðkend, at samanleggingin verður noktað ella at samanleggingin verður treyað, sigur Terje Sigurðsson.
Júst hetta við treytum, er ein háttur, ið hevur verið nýttur aðrastaðni í líknandi málum. Um tað kundi merkt, at Vodafone Føroyar ikki kann vera við í handlinum, ynskir Terje Sigurðsson ikki at siga nakað um, hóast hetta eisini kann hugsast at verða ein møguleiki í hesum konkreta málinum.
- Sjálvandi er tað eitt møgulig senariie, men tað ber sjálvsagt ikki til at siga nakað um áðrenn málið er viðgjørt, staðfestir Terje Sigurðsson.