Vodka kann brennast úr bæði hveiti, rug og eplum. Hetta smakkast aftur í lidnu vøruni. Hveiti verður mett at geva fínasta smakkin við størstu fylluna. Vatnið hevur sjálvsagt eisini stóran týdning. Gjarna er tað bleytt kelduvatn við hóskandi nøgd av mineralum, ið gevur besta úrslitið.
Vatn og etanol er høvuðsinnihaldið í vodka. Viðhvørt kennast atsmakkir. Tá er vodka’ið ikki so reint og verður ikki hildið at vera líka fínt.
-Gott vodka skal smakka sum tynt hospitals-spritt, segði ein á sinni.
Veit ikki um tað er rímiligt at halda, men tað tykist semja vera um, at gott vodka er eyðkent við reinleika og fínleika í anga og smakki, og mjúkleika í kenslu og eftirsmakki. Enska orðið, ið oftast veður tikið uppá tunguna, tá ið dygdar-vodka skal lýsast er: smoothness!
Í mínari verð snýr hetta heitið seg bæði um smakk og kenslu. Rennur vodka’ið sum eftir einum silki-laki ella einum sandpappíri…
Smoothness er fyri ein part ein spurningur um hvussu ofta vodka’ið er destillerað. 2-3-4 ferðir er tað vanliga. Eisini filtrering hevur stóran týdningin fyri hvussu reint og mjúkt endaliga vøran upplivist.
Eldvatn er nýtt vodka-slag, enntá við føroyskum uppruna. Stigtakararnir og heilarnir aftanfyri eru tveir suðuroyingar. Vatnið er enntá eisini føroyskt. Gott vatn frá Tórshavnar Kommunu, av sokallaðu Fransa-kelduni, ið ber orð fyri at vera bleytt og vælsmakkandi vatn. Men framleiðslan fer sjálvsagt ikki fram í Føroyum. Tað loyvir núverandi lóggáva ikki. Hesir føroysku íverksetararnir hava ”outsourcað” framleiðsluna til Íslands. Men hugskotið, fyritøkan og ein tann týdningamiklasta rávøran, vatnið, eru føroysk. Dism upplýsir í tíðindaskrivi, at Eldvatn hevði helst ikki verið framleitt øðrvísi um tað kundi framleiðast í Føroyum. Vatnið hevði verið tað sama og teir høvdu keypt sama hveiti-spritt og destillerings/filtrerings-útgerð, sum teir brúka nú. Men nøkur arbeiðspláss og inntøkur høvdu komið afturat. Eldvatn er destillerað ella dropadrivið sum tað so vakurt eitur, tríggjar ferðir. Sum tað sæst á prísinum er Eldvatn eisini rættiliga kappingarført. Góðskan er í topp og prísurin nakað lægri enn hjá hinum.
Kappingarneytarnir í dag er fyrst og fremst vælkenda Smirnoff, reyða útgávan, ið er dropadrivin tríggjar ferðir og telur 37,5 % í alkoholstyrki. Hóast upprunaliga russisk, so er Smirnoff-brandið í dag ogn hjá bretsku fyritøkuni Diageo og er í dag mest selda brennivín í heiminum saman við Bacardi rom.
Amerikanska Skyy-vodka er rættiliga nýtt merki. Fólk, ið hava fylgt sjónvarps-røðina ”Sex and the City”, kenna ivaleyst navnið aftur. Skyy var slagið man drakk í New York um man var cool eins og Carrie, Samantha, Charlotte og Miranda. Skyy er sokallað super-premium vodka, dropadrivið fýra ferðir og telur 40 % abv.
Hvussu skal vodka drekkast?
Bert ella í drinksum? Og skal tað vera vodka og sitrón ella klassikaran Vodka Martini blandað við vermouth, eins og hann sjálvur James Bond? Shaken not stirred!
Nógvir eru møguleikarnar. Nú ber so eisini til at royna føroyskt vodka, ið eftir mínum tykki er hepnast sera væl.
Heiti: Eldvatn
Uppruni: Premium vodka úr Føroyum
Ummæli: Sera reinur angi av vodka, men tó sanniliga við sermerktum eyðkenni. Hoyggj við sera fínum tónum av leygarurt og rósum. Smakkurin silkimjúkur og neyvur. Frálíka Fransakeldu-vatnið av Argjum smæðist ikki burtur. Okkurt sitrus- og lakres-kent í eftirsmakkinum. Frálíkt vodka! Bæði at blanda við og sum ein reinsandi “skolari” afturvið mati.
Kostnaður: Kr. 214,00 (70 cL, 37,5 % abv)
Skoðsmál: 5 stjørnur *****
Heiti: Skyy
Uppruni: Premium vodka úr USA
Ummæli: Sera reinur angi. At kalla fullkomiliga neutralur angi. Somuleiðis við smakkinum, ið er kínandi bleytur, men smakkleysur. Sum at stinga tunguna út gjøgnum vindeygað! Hetta er sum so meint jaligt. Tað er jú tað sum eyðkennir dygdar-vodka. Tað reina á markinum til tað smakkleysa. Skyy er jú eisini dropadrivið fýra ferðir. Gott vodka at blanda við!
Kostnaður: Kr. 234,00 (70 cL, 40 % abv)
Skoðsmál: 4 stjørnur ****
Heiti: Smirnoff (reytt)
Uppruni: Super Premium vodka úr Russlandi
Ummæli: Nakað ramur angi av hesum ráa vodka-kenda. Hetta er ikki elegansa, men tvørturímoti meira “óraffineraður” stílur, hóast dropadrivið tríggjar ferðir. Smakkurin er somuleiðis eisini meira kavráur og brennandi. Kenslan er nakað klombrut. Ikki nógv “smoothness” ella dárandi eftirsmakkur. Nevan millum eyguni!
Kostnaður: Kr. 217,50 (70 cL, 37,5 % abv)
Skoðsmál: 3 stjørnur ***