Julia Vins er úr Russlandi, og hon hevur trý heimsmet í vektlyfting. Hon kann millum annað lyfta 180 kilo í deadlift.
Julia hevur stórar vøddar og er krútsterk, men andlitið á henni minnir meira um eina Barbie-dukku.
- Fólk kalla meg Vødda-Barbie, og ta samanlíkingina dámar mær væl, sigur hon við Daily Mail.
- Øll hava eina meining um, hvussu eg síggi út. Antin virða tey mítt arbeiði ella finnast tey at mær fyri at verða so kraftig. Men eg haldi, at teir menninir, sum eru negativir, eru bara øvundsjúkir, sigur Julia.
Hon hevur stórar ætlanir við sínari vektlyfting og ætlar at gerast enn størri og sterkari.