Volvo XC60 – trygd í heimsklassa

Visjón: Eingin skal doyggja ella fáa álvarsligan skaða í einum Volvo

 

Nógv standardútgerð og trygd í heims-klassa eru lyklaorð hjá Volvo í sam-bandi við XC60

Sambært Volvo er XC60 ein av trygg-astu bilum á marknaðinum. Vi-sjón-in hjá Volvo er, at eingin skal doyggja ella koma álvarsliga til skaða í ferðsluni í einum Volvo.

XC60 hevur fleiri innbygdar trygdarskipanir, sum miða ímóti tí sjálvkoyrandi bilinum. 

Volvo XC60 fæst í nógvum ymiskum útgávum. Bilurin á myndunum er ein XC60 B5 AWD Inscription Diesel við 235 hk + elmotori við 14 hk. So hann hevur tilsamans 249 hk. Av útgerð kan nevnast t.d. leðursetur v/memory til førara, aktivan fartpilot, Pilot Assist, El baklúku, LED lyktir ið blenda upp og niður sjálvar, oljufýring við møguleika at tendra hana við einari app til fartelefonina, tónaðir rútar aftan, innbygd barnasetur, hita í sprinklaradysunum, bakkikamera, p-sensorar framman og aftan, 9,3” Touch skerm.   

##med2##

Bilurin er ein ektaður Volvo í allar mátar og er eyðkendur við nýggja Volvo designstílinum. Kvaliteturin merkist allan vegin ígjøgnum. Stóra aksilfrástøðan ger, at gott beinpláss er í kabinuni, sum er stór og rúmlig við komforti á sera høgum støði. Viðførisrúmið er heilar 505 litrar, sum er eitt av tí størsta í sínum klassa.

##med3##

Bilurin er kvikur við góðum botntrekki, friðarligur og væl ljóðdoyvdur. Automatiski gearkassin ger eisini sítt til, at koyrikomforturin er so góður. Motorarnir hjá Volvo eru kvikir og krafta væl, eins og teir eru orkusparandi og reinir.  

##med4##

Prísurin fyri hendan XC60 B5 AWD Inscription Diesel er 853.000, men XC60 fæst úr 590.000. Volvo XC60 kann síggjast og roynast hjá P/F Wenzel.

##med5##

##med6##

##med7##