-Politiska útgangsstøðið í sambandi við eina møguliga komandi oljuvinnu má vera, at føroyingar í mest møguligan mun sjálvir vera við í øllum liðum í oljuvinnuni. Møguligt er í ávísan mun í ásetingum í útbjóðingartreytunum at tryggja føroyingum upplæringarpláss hjá teimum oljufeløgum, sum fara at virka á føroyska økinum. Tað er møguligt at áseta treytir um nýtslu av føroyskari arbeiðsmegi og leveradørum, og harumframt er tað møguligt at tryggja, at tað almenna á ymiskan hátt fær innlit í virksemi hjá oljufeløgunum.
Hetta segði Edmund Joensen, løgmaður við útvarpið, sum nýggjársdag bað hann um eitt boð uppá 1998 í sambandi við royndirnar at fáa í gongd eina oljuvinnu.
Løgmaður vísir tó á, at hóast vit vilja tryggja okkum at kunna vera við í tí ymiska virkseminum, so ber tað ikki við sær, at føroyingar verða beinleiðis við í leitingar- og framleiðsluvirkseminum. Men kann nakað tryggjast við, at eitt føroyskt oljufelag luttekur í samtøkum av oljufeløgum, sum fáa loyvi at virka á føroyska økinum, so eigur tað at verða gjørt.
Tað vildi verið óhugsandi - við útliti til, at kolvetni er í undirgrundini - uppá forhond at sagt, at vit skulu ikki luttaka. Tað má vera tað øvugta. Hava vit atgongd og rætt til kolvetni, má egin luttøka vera høvuðsmálið.
Byrja í smáum
Løgmaður viðgongur tó, at talan er um eitt sera kapitalkrevjandi virksemi, sum krevur sera stóra ekspertisu, og tí er føroyski førleikin at fara undir nakað slíkt virksemi ikki til steðar. -Tí mugu vit finna ein máta at byrja í smáum. Men tá vit eiga ognarrættin og kunnu seta í útbjóðingartreytirnar, hvat vit vilja, so er tað heilt náttúrligt at hava hesi viðurskiftini við.
Hvat viðvíkur ætlanini at fara undir eitt fyrsta útbjóðingarumfar í føroyskum øki vísir Edmund Joensen, løgmaður á ta royndarútbjóðing, sum var fyri góðum ári síðani, har oljufeløgini eftir áheitan frá føroyskum myndugleikum peikaðu út tey øki, sum tey hildu verða áhugaverd at hava við í eini fyrstu útbjóðingarundu.
Treytir og útbjóðing
-Oljufeløgini hava serliga peikað á øki, sum eru eystan og sunnan fyri Føroyar - og í minni mun á øki, sum eru í ein útsynning úr Føroyum. Løgmaður sigur, at arbeitt hevur verið við at gera treytirnar í sambandi við fyrsta útbjóðingarumfar. Hesar koma annaðhvørt at standa í sjálvum loyvinum í útbjóðingartilfarinum ella í kunngerðunum við heimild í løgtingslóg um kolvetnisvirksemi.
Hvat viðvíkur treytununum, ið eru ásettar í loyvunum, so er rættiliga fitt av arbeiðinum longu gjørt, men ikki alt. Hetta kemst serliga av, at tað verður hildið, at nakrar av treytunum t.d. gjøld til landskassan, treytir um nýtslu av føroyskari arbeiðsmegi, vørum og tænastum, eru tætt knýttar at vónunum, ið oljufeløgini seta til útbodnu økini og verða hesar tí ikki fastlagdar fyrr enn tað er komið til eina endaliga niðurstøðu um, hvørji øki kunnu bjóðast út.
Tá funnið er fram til økini, sum ætlanin er at bjóða út í fyrsta útbjóðingarumfarinum, verður ikki hildið, at tað fer at taka Oljuráðleggingarnevndini langa tíð at áseta seinastu treytirnar. So sigast kann, at størsti parturin av reglum og ásetingum, ið oljufeløg, sum í framtíðini skulu virka á føroyska landgrunninum, koma at arbeiða undir, verður ásettur í kunngerðum. Hetta eru serliga reglur um trygdarviðurskifti, arbeiðsumhvørvið og um hvørjir upplýsingar skulu latast føroyskum myndugleikum. Løgmaður sigur víðarivið útvarpið, at Oljumáladeildin arbeiðir við at evna hesar kunngerðir til og kunnu tær smátt um smátt verða settar í gildi, tá kolvetnislógin er samtykt og lýst.
Edmund Joensen vísir á, at tað verður arbeitt fram ímóti, at fyrsta útbjóðingarumfarið kann fara av bakkastokki í 1998. Hann sigur, at samráðingar hava nú verið um markið í sjey ár. -Tað hevur ikki gingist, sum vit høvdu vónað, men kortini hava vit ikki slept vónini heilt, um at tað ber til at fáa eina samráðingarloysn í lag, men tíðin er við at ganga undan. Partarnir hava sagt, at teir vilja royna í eitt hálvt ár aftrat, og tað gongur so út í januar mánað, so tað verður spennadi at vita, hvussu leikur fer.
Løgmaður sigur, at ein útbjóðing má taka støði í hvørji øki vit ráða yvir, og hvat øki er umstrítt. Serfrøðingar eru settir til at finna út av, hvørji øki kunnu bjóðast út, fyri ikki at seta okkum verri fyri í marknatrætuni.
Løgmaður sigur, at hann longu hevur sagt við tingið, at landsstýrið fer at prioritera markið framum útbjóðingina, so har verður farið varisliga fram hjá landsstýrinum hvat útbjóðing viðvíkur, so vit ikki koma at gera nakað, sum kemur at skaða okkum seinni, tá vit skulu fáa markið endaliga uppá pláss.
Samráðingarloysn
Løgmaður sigur annars, at tað eru ikki avtalaðir fundir við bretar um markið, men tað er upp til báðar partar, at um teir hava nakað nýtt og nakað áhugavert at tosa um, at geva ljóð frá sær.
-Føroyingar hava klárt sagt frá, at teir vilja hava eina samráðingarloysn. Tað eru samráðinganevndirnar sum hava málini, og partarnir hava sagt, at tað skulu tær hava í hvussu er hetta hálva árið aftrat, sum gongur út í januar. Hvat so hendir eftir má tíðin vísa.
Løgmaður vónar, at tað ber til at finna eina samráðingarloysn og eina loysn, sum føroyingar kunnu vera nøgdir við. -Hetta sær út til at verða ógvuliga striltið. Men eg havi ikki heilt mist vónina, hóast partarnir enn eru ov langt frá hvørjum øðrum segði Edmund Joensen við útvarpið nýggjársdag.