Eins og tað er greitt hvørjir súkklarar skulu umboða Føroyar á oyggjaleikunum á Jersey í summar, so er tað nú eisini greitt hvørji skulu umboða Føroyar í triathlon.
Guðmundur Joensen, sum vann silvur á Bermuda fyrraárið, verður við og fer helst at kappast um at vinna Føroyum heiðursmerki.
Tað sama er galdandi fyri Karinu Ottosen, sum er við fyri fyrstu ferð síðani 2007, tá ið hon vann bronsu. Hon er nógv betur fyri nú, frætta vit frá triathlon í Føroyum.
Tey, sum eru úttikin, eru:
Menn:
Guðmundur Joensen
Andrass Joensen
Kári Davidsen
Hanus Debes Joensen
Kvinnur:
Karina Ottosen
Annelisa Jústadóttir Møss