Hann var í farna kappingarári leigaður út til týska Hertha Berlin. Hóast framherjin undan hesum hevði trupult við at vinna sær pláss á liðnum hjá enska felagnum, so hevur hann framvegis stórar ætlanir. – Eg prátaði við venjaran, áðrenn eg kom aftur, og hann greiddi mær frá, at eg av álvara skal stríðast fyri at fáa pláss. Men eg ræðist ikki avbjíðingina. Eg eri til reiðar at geva meg fult út, og eg ætli mær ikki at sita uttanfyri, sigur Andrej Voronin við enskar miðlar.