Vox 10 ár

Í samband við, at tað í ár eru liðin 10 ár síðani, kórið VOX byrjaði, verður ein jubileumskonsert hildin í Norðurlandahúsinum. Kórleiðarin, Ásbjørn Berthelsen, sigur, at tey hava boðið øllum teimum, sum hava sungið við kórinum hesi 10 árini, at verða við á konsertini. Tey eru umleið 50 í tali.

 

Konsertin, sum verður tann 16. august, verður í trimum pørtum.

Fyrst syngja tey, sum nú eru í kórinum. Síðani syngja fyrrverandi limir í kórinum, og at enda syngja øll saman.

 

Hvat klokkan konsertin verður, er ikki greitt enn, men verður lýst seinni.