Vraka »heldur deyður enn reyður«

Unge Højre í Noregi hevur nú vrakað teirra gamla slagorð, »Heldur deyður enn reyður«, í kjalarv-rrinum av terrorálopunum í Noregi 22. juli.

Tað sigur Ung Højre-leiðarin, Henrik Asheim. Hann, eins og so ógvuliga nógv onnur, heldur, at tað finst eitt Noregi áðrenn 22. juli og eitt annað Noregi eftir.

Avgerðin merkir, at alt skjalatilfar, jakkamerkir og T-shirtir nú verða beindar burtur av øllum Unge Højre skrivstovunum í landinum, skrivar vg nett.

Tilfarið varð framleitt í 2005 og seinast nýtt í valstríðnum í 2009.

Á nøkrum srivstovum liggur slikt tilfar framvegis, men tað skal sjálvandi beinast burtur. Tað var samtykt á landsfundi hjá Unge Højre, sigur Henrik Asheim, leiðari av Unge Højre.

Hann sigur, at herferðin var meint sum vælmeint skemt, tá hon varð framleidd, men hann undirstrikar, at Unge Højre vil ganga burtur frá slíkum retorikki.

Tað er eitt undan og eitt eftir 22. juli, sigur hann.