Vukovic er langtíðarskaddur

EB/Streymur er einasta liðið, sum framvegis ikki hevur vunnið úrtøku

TB fær seinnapartin vitjan av EB/Streymi í Trongisvági. Gestirnir eru einasta liðið, sum enn ikki hevur vunnið stig. Tað hevur kortini ikki við sær, at tað er panikkur í EB/Streymaleguni:

-Eg var væl nøgdur við hugburðin og avrikið í Klaksvík. Vit taptu 1-0, men einki forgjørt hevði verið í tí, um vit vunnu í hvussu so er eitt stig, sigur EB/Streymavenjarin Jákup Martin Joensen.

Niklas Kruse er vøddaskaddur, og álopsspælarin Steffan Løkin er eisini skaðaplágaður. Teir vóna, at hann verður førur fyri at spæla ídag.

Tað verður framvegis bíðað eftir, at veteranarnir Arnar Dam og Leif Niclasen skulu koma fyri seg. Arnar er skaddur í knænum, og Leif er skaddur í fótinum.

Á Tvøroyri eru teir ikki so misnøgdir við fyrstu umførini, sum hava borið fýra stig við sær.

-Soleiðis sum tað tørnaði út í Fuglafirði, so kunnu vit ikki annað enn vera nøgdir við 2-2, hóast vit høvdu ætlað okkum øll stigini, sigur Stefan Radosavljevic. Hann skoraði bæði TB málini í 2-2 javnleikinum og hevur verið sera eyðsýndur higartil í ár.

Tað er ivasamt, um Aron Sørensen verður førur fyri at spæla ídag. Hann er darvaður av vøddaskaða.

Undan hesum kappingarárinum kom 29 ára gamli Veljko Vukovic úr Serbia og til TB. Hann var ætlaður at eiga stóran leiklut á miðvøllinum, og tað var eyðsýnt í 2-1 sigrinum ímóti AB í fyrsta umfari, at góður fongur var í honum.

Longu í 23. minutti í øðrum umfari, tá ið TB tapti 2-0 á Skála, fór Vukovic av vøllinum. Nú vísir tað seg, at hann verður ikki við í fleiri umfør.

-Tíverri er hann skaddur í knænum og venur ikki saman við okkum. Tað er ein stórur smeitur, sigur Steffan Radosavljevic.