Føroyska taekwondo-felagið, Hwarang Føroyar, luttók leygardagin í kapping í Esbjerg. 24 fólk, harav 16 íðkarar, vóru við í føroyska ferðalagnum.
Úrtøkan var góð. Føroyingarnir vunnu seks gull, fimm silvur og tvær bronsur í dysti, og í poomse (ímóti ímyndaðari mótstøðu, red.) bleiv tað til tvær silvur. Hwarang Føroyar var mest vinnandi felagið í kappingini.
Føroysk heiðursmerki í Esbjerg:
Nita á Lakjuni vann gull í bólkinum - 27 kg gentur
Høgni Dávason vann gull í A-bólkinum - 63 kg junior
Markus D. Vazquez vann gull í A- bólkinun - 49 kg junior
Oda Weihe vann gull í bólkinum - 57 kg junior
Mathias Gabrielsen vann gull í bólkinum - 83 kg senior 18+
Dávid á Lakjuni vann gull í bólkinum - 63 kg senior 18+
Jógvan á Lakjuni vann silvur í bólkinum - 37 kg cadet 12-14 ár
Noomi Heradóttir vann silvur í bólkinum - 57 kg senior 18+
Boas Høgnesen vann silvur í bólkinum - 59 kg junior
Reima Isaksen vann silvur í bolkinum - 41 kg cadet 12-14 ár
Janita Maria Jacobsen vann silvur í bolkinum - 55 kg cadet 12-14 ár
Emily Troleis vann bronsu í bólkinum - 29 kg børn
Ísak Nielsen vann bronsu í bólkinum - 53 kg cadet
I poomse vunnu Mona Petersen og Boas Arge silvur í mix par. Joan Jacobsen vann silvur í einstaklingakappingini.
Eftir kappingina í Esbjerg fóru Oda Weihe, Markus Vazquez og Høgni Dávason víðari til Gøteborg í Svøríki at kappast. Har eydnaðist tað Høgna Dávasyni at vinna bronsu í aldursbólkinum 15-17 ár í vektbólkinum - 63 kilo.