Vunnu lykladyst ímóti Álandi

Føroyska landsliðið í borðtennis vann tættan og sera týdningarmiklan dyst ímóti Álandi í dag. Hetta var fyrsti dysturin í liðkappingini, men dysturin hevði stóran týdning fyri, hvat av liðunum skal gera sær vónir um at koma víðari.

 

Gotland tykist verða tað sterkasta liðið í bólkinum hjá Føroyum, og síðani er líkt til, at Føroyar og Áland koma at kappast um hitt plássið, sum gevur pláss í hálvfinalunum.

 

Dysturin millum Føroyar og Áland var tættur, og tað var ikki fyrr enn í seinasta single-dystinum, at avgerðin fall. Tá vann Fríði Jensen og tryggjaði harvið Føroyum sigurin.

 

Føroyar spæla nú ímóti Gotlandi, sum verður mett sum sterkasta liðið í bólkinum. Í morgin verða dystir ímóti Minorka og Grønlandi.