Talv
Vónirnar til seinasta dystin vórðu ikki av teim bestu. Hetta komst av, at tveir fastir mans høvdu givið avboð, samstundis sum IM John Rødgaard, sum eftir ætlan skuldi leika við, ikki fekk pláss í Mærsk flogfarinum vegna misskiljingar og at íslendski telvarin á liðnum, Hliðar Hreinsson, tíverri ikki møtti upp til dystin. Rani Nolsøe var hjástaddur í Danmark um vikuskiftið, og leikti hann tí eisini við gamla felagi sínum.
Eftir góðar tríggjar tímar var føroyska liðið afturúr 1-3, men skjótt vendist, og endaliga úrslitið bleiv 4,5 ? 3,5 til útisetar okkara. John Arni Nilssen og Heini Olsen vunnu hvør síni talv. Báðir leiktu væl og vunnu uppiborið. John Arni mundi mist fyrimunin, men vísti góðar endatalvsdygdir tá hann loksins vann við svarta fólkinum móti einum 2300-telvara. Heini leikti somuleiðis væl, og hansara avriksstyrki er á heili 2514 eftir kappingina, og prógvar hetta at Heini sanniliga er á røttu gongd aftur. Eftir donsku liðkappingina er Heini allarhelst omanfyri 2300 í føroyskari rating aftur, meðan John Arni hevur umleið eini 2380.
Eyðun Nolsøe og Rani Nolsøe høvdu báðir hampiligar støður, men høvdu ringt við at bróta verjugarðar flatlendinga niður, og tískil varð javnleikur úrslitið. Innhopparin fyri íslendaran Hliðar varð Regin Reinert, og hevði hann eisini góða støðu, men tapti tíverri. Carl Eli N. Samuelsen á sætta borði hevði somuleiðis góða støðu, men danin vardi seg væl og javnleikurin slapst ikki uttanum.
Terji Petersen leikti væl, og niðurspældi mótstøðu mann sín, meðan Heini Danielsen hinvegin fekk harða viðferð og mátti leggja kongin.
Einstøk úrslit hjá fø.
John Arni Nilssen4/6
Heini Olsen4,5/6
Flóvin T. Næs2/4
Eyðun Nolsøe3,5/7
Bogi Ziska1/2
Hlidar Hreinsson2,5/6
RógviW.Rasmussen4/5
Carl E. N. Samulsen4/7
Eykamenn:
Heini Danielsen1,5/5
Terji Petersen2,5/3
IM John Rødgaard0,5/1
Rani Nolsøe0,5/1
Magnus Egholm0,5/1
Arild Rimestad0,5/1
Regin Reinert0/1
Sum tað sæst vórðu nógvir telvarar nýttir at manna liðið í ár, men kortini gekst væl og úrslitið bleiv sum sagt eitt triðja pláss, deilt við Helsingør.
Endaliga støðan í toppinunm í 2. Deild:
K4134,5
Skakspilleren32
Helsingør31,5
Føroyar31,5
Enn ein succés
Gøtu Talvfelag skipaði í vikuskiftinum fyri Barna- og Ungdómskapping ? tí triðu í røðini - og væl gekst. Ikki færri enn 180 børn og ungdómar høvdu teknað seg til hesa stórligu liðkapping millum skúlaungdómar, og sum skilst høvdu gøtumenn ein heldur positivan trupulleika, tí sera trongligt varð nevnliga í skúlastovunum sum nýttar vórðu, og er hetta hóast alt at fegnast um. Børn kring landið tykjast at hava fangað ítrótt okkara, og vónandi spyrst nógv burturúr hesari framgongd.
16 lið høvdu teknað seg til kappingina fyri 4. Flokkar og yngri, og hesaferð eydnaðist tað liði úr Havnini at vinna framanfyri klaksvíkingar. Í elsta bólkinum ? 5. Flokk ? 10. Flokk ? har 21 lið høvdy teknað seg, býttu lið úr Havnini og Klaksvík fyrsta plássið, meðan miðvingar fingu triðja pláss. Í blaðnum í morgin prenta vit úrslitini og støðurnar frá kappingini.
Ætlanin er at stórur endabrestur í røðini av hesum vælumtóktu barnakappingunum verður í Norðurlandahúsinum 13. Apríl. Nærri verður lýst við hesum tiltaki eftir páskir.