Upprunaligi sáttmálin hjá Walcott gekk út komandi summar. Av tí sama hava søgur gingið um, at kviki vongurin skuldi til nýtt felag, millum annað Liverpool er blivið nevnt, men tað verður eisini í reyðhvítu Arsenal-troyggjuni, at maðurin spælir fótbólt komandi árini.
Fyrr í dag er nevniliga blivið kunngjørt, at Walcott hevur longt sáttmála sín. Sáttmálalongdin er ikki blivin kunngjørd alment, men sigst at vera fýra ár. Sambært Daily Express tryggjar nýggi sáttmálin Walcott heili 1,5 milliónir um vikuna.
Walcott er ikki einasti Arsenal-leikarin, sum hevur longt sáttmála sín í dag. Spanski Santi Cazorla hevur eisini sett undirskrift sína á ein nýggjan sáttmála, sum merkir, at Arsenal hevur pappír upp á spaniólan fram til 2017.