Waldemar stjól øll stigini

Venjarin hjá VB hevur ilt við at fata, at tað skuldi bera til hjá hansara liði ikki at vinna á sandoyingunum, sum síðstu løtuna stóðu í egnum brotsteigi

VB-B71 1-0 (0-0)


Sandoyingar vóru í sera góðum skørum, tá teir seint seinnapartin sunnudagin á Drelnesi fóru umborð á Smyril. Og tað var væl skiljandi. Útgangsstøðan á Vágseiði hevði víst, at teir einki høvdu havt ímóti at hava stigið norður aftur við í viðførinum, sum teir høvdu suður við. Tá teir fóru norður aftur, høvdu teir øll stigini, og tað var væl klárað.

Í góðveðrinum á Vágseiði var VB leikliga omaná alla tíðina. Í fyrra umfarinum var yvirvágin ikki fullkomin, men vágbingarnir høvdu fleiri gyltar møguleikar at fáa málið, sum ivaleyst hevði havt við sær, at talan hevði verið um fleiri mál og harvið tryggan sigur.

Popczynski sendi í stólpan, og Jón Pauli Olsen bíðaði ov leingi, og so fór royndin við síðuna av.

Í 2. hálvleiki trýsti VB sandoyingarnar í botn. Teir høvdu fleiri stórar møguleikar, men teir megnaðu ikki at skora, og so hendi tað, sum ikki er ókent í fótbólti: miðvallarin í vinstru, Kári Nielsen, fór til baklinjuna og legði innfyri, har nýggi havnarmaðurin á sandoygarliðnum, Høgni Hansen, sum í fjør spældi við ÍF, stútaði í kassan.


Ov lítið hugflog

Tá sandoyingar fingu mál var seinna umfarið átta minuttir gamalt. Málið hevði við sær, at VB trýsti uppaftur meiri fyri at vinna. Teir raktu í stólpan, og teir misnýttu fleiri ferðir, tá teir royndu við langskotum, og tá teir vóru einsamallir við málverjanum.

Fyritreytirnar at skora vóru serliga góðar, tá tað restaði eitt korter. Popczynski gjørdist leysur, tá hann hevði fingið tak á innleggi. Bergleif Sólsker, sum hevði verið í miðverjuni saman við Jón Brekku og Bernhardi Petersen, togaði spælarndi venjaran niður, og dómarin bríkslaði fyri brotssparki og vísti B71 manninum reyða kortið.

Popczynski tók sær sjálvum av brotssparkinum, men Nowisci tveitti seg rætta vegin og bjargaði.

Síðsta korterið vóru allir tíggju B71 menninir í og kring egnan brotsteig. Trýstið var øgiligt, men uppløgdu møguleikarnir vóru ikki so ógvuliga nógvir hesa løtuna. Vágbingar løgdu bóltarnar út í síðurnar, og í staðin fyri at koma til baklinjuna og at leggja innfyri, vóru teir ótolnir og løgdu skrábóltar í brotsteigin, og tað var barnamatur hjá stórspælandi málverjanum.


Skotvenjing

? Eg eri ikki illa nøgdur við spælið hjá okkum. Tað hekk hampuliga væl saman. Vit spældu okkum til nógvar møguleikar, men vit vóru alt ov ússaligir frammanfyri málinum. Veðrið hevur verið so vánaligt, at vit í nógvar vikur bara hava vant innandura. Í síðstu viku vandu vit uttandura, men avrikið hjá okkum boðar frá, at kanónirnar eru ikki nóg væl stillaðar. Sjálvur haldi eg, at Robert og eg eiga at skora, sjálvt um vit ikki hava havt so nógva skotvenjing. Vit eru yrkisspælarar, og tí eiga krøvini til okkara at vera størri, enn tey eru til amatørarnar.

Hetta sigur Krzystof Popczynski, venjarin hjá VB. Hann heldur, at landsmaður hansara í B71 málinum, Waldemar Nowisci, spældi framúr væl, og veteranurin hjá B71, Eli Hentze, er samdur við VB venjaran:

? Eg haldi, at vit løgdu allir meiri enn eitt hundrað prosent í. Fyritreytirnar hjá okkum batnaðu, sum tíðin leið og teir ikki høvdu fingið hol á. Waldemar Nowisci kom til okkara í 1994, men eg havi ongantíð sæð hann verið so væl upplagdan, sum hann var sunnudagin. Tvær av bjargingunum vóru í heimsflokki, og sjálvsagt var Valdemar í eyka góðum hýri, tá tað undir so stórum trýsti eydnaðist honum at halda landsmonnunum báðum í VB álopinum burtur frá at skora.


Tveir nýggir

Bæði VB og B71 høvdu nýggjar útlendingar á liðnum. Hjá B71 var Alex Nielsen fyri fyrstu ferð í álopinum. Hann hevur spælt seriufótbólt í Danmark. Tað er venjarin hjá B71, Per Langvad, sum hevur fingið tætta og skjóta álopsmannin til Føroya. Hann kom henda vegin fríggjakvøldið, og longu sunnudagin var hann í B71 álopinum.

Hvussu danin hjá sandoyingum fer at roynast, fæst at síggja, tá hann fer at venja seg við undirlagið.

Tað sama kann sigast um jugoslavan Predrag Zivkovic, sum var vongverji í høgru hjá VB ? bæði í Sumba og ímóti B71. Sunnudagin fór hann av vøllinum, tí hann hevði ein snudd í knænum. Bæði fyri bóltførleikan og likamsførleikan tekur tað sína tíð at venja seg við graslíkisvallirnar.

jh

VB-B71 0-1 (0-0)

0-1 Høgni Hansen


VB:

Bjarni Johansen ? Predrag Zivkovic, Eyðun Jacobsen, Janus Kjærbo, Eyðun Kjærbo ? Tórður Holm, Mikael í Lágabø, Milan Kulic, Jón Pauli Olsen ? Robert Cieslewicz, Krzystof Popczynski


B71:

Waldemar Nowisci ? Rúni í Soylu, Bergleif Sólsker, Jón Brekku, Bernhard Petersen, Jógvan Jón Petersen ? Eli Hentze, Julian Floresco, Kári Nielsen ? Høgni Hansen, Alex Nielsen