Við einum drønandi góðum langskoti í 13. minutti, sum setti seg heilt upp í tríkantin, gav Radja Nainggolan belgisku stjørnunum eina dreymabyrjan ímóti walisarunum, sum av fáum vóru spáddir so frægt sum at koma víðari úr innleiðandi bólkinum.
Men tá dysturin í Lille var lokin, var tað Wales, ið hevði spælt seg í hálvfinaluna – og tað enntá fult uppiborið eftir ein sera góðan innsats, har walisisku spælararnir vóru skilagóðir, hildu seg til spæliætlanina og stríddust fyri hvørjumøðrum.
Gamaní, fekk Belgia betru byrjanina, men bara sjey minuttir eftir málið, javnaði Wales. Aaron Ramsey, ið var ein av teimum frægastu hjá Wales, sendi hornaspark innfyri úr høgru, og mitt fyri málunum var Ashley Williams á blettinum og skallaði bóltin niður í vøllin og inn.
Bale ímóti Ronaldo
Tíggju minuttir eftir steðgin var tað aftur Ramsey, ið legði upp til mál, men 2-1 málið var annars øgiliga væl arbeitt av Hal Robson-Kanu, ið einsamallur millum tríggjar belgiarar fekk snarað teir av sær, áðrenn hann plaseraði bóltin uttan fyri fingraspíssarnar hjá Thibaut Courois í belgiska málinum.
Síðani royndi Belgia at trýsta og var eisini fleiri ferðir nær við, men ímóti endanum var tað allíkavæl Wales, ið svaraði aftur og lukkaði dystin. Í 85. minutti fór Christ Gunters frameftir í høgru síðu, hugdi upp, og sendi bóltin beint í pannuna á Sam Vokes, ið skallaði bóltin hegnisliga í málið til 3-1.
Sostatt verður tað Wales, sum mikukvøldið skal spæla hálvfinalu ímóti Portugal, ið annars hevur útmerkað seg við ikki enn at hava vunnið ein einasta dyst í vanligu leiktíðini í hesum EM-endaspælinum, so tað verður millum annað ein dystur ímillum Real Madrid-liðfelagarnar, Bale hjá Wales og Ronaldo hjá Portugal.