Í opnum brævi til Føroya fólk sigur Paul Watson nú, at Sea Shepherd felagsskapurin kortini ikki fer at skipa fyri nøkurm fundi í Føroyum, tí eingin vil hýsa teimum. Tí roynir hann seg nú við einum opnum brævi til Føroya fólk.
Hann sigur, at tey høvdu bílagt høli á Hotel Tórshavn, men at tey seinni fingu at vita, at tey kortini ikki sluppu at hava sítt virksemi har. Tey hava roynt at slopiið inn ymsa aðrastaðni, eitt nú í Miðlahúsinum, í Norðurlandahúsinu, í Havnar Bio og aðrastaðni, men alla staðni hava tey fingið at vita, at tey ikki eru væl komin.
Almennu Føroyar vilja heldur einki hava við hvørki Paul Watson ella Sea Shepherd at gera, tí felagsskapurin er óreiðiligur í síni framferð. Hann himprast ikki við at lúgva og mainupulera. Fyrr í vikuni segði Paul Watson á Facebook, at Anders Berhring Breivik helst fekk sín íblástur til hópdrápið í Noreg »frá slaktarunum í Fø.royum«.
Brævið frá Paul Watson kann LESAST HER