Mánadagin varð nýggjur dokumentarfilmur um grindadrápið í Føroyum lagdur á internetið. Filmurin kallast ”Inside the Grind: The Fight for Wahle Hunting in the Faroe Islands”. Filmurin er framleiddur av Elise Coker og Ed Ou og vísir bæði føroysk sjónarmið og sjónarmið hjá eitt nú Sea Shepherd.
Føroysku reaktiónirnar upp á dokumentarfilmin hava fyri tað mesta verið, at filmurin gevur rímiliga mynd av grindadrápinum og er langt frá so misvísandi ella einsíðugur, sum miðlatilfar hjá eitt nú Sea Shepherd hevur verið.
Leiðarin fyri Sea Shepherd er illa nøgdur við filmin, tí hann heldur, at filmurin sigur ikki sonnu søguna um føroyska grindadrápið.
- Filmurin vísir ikki veruleikan um grindadrápið, men heldur mýtuna um tað. Grindadráp er eitt skammiligt dráp, sum einki pláss eigur at hava í einum siviliseraðum samfelag, sigur Paul Watson í viðmerking á sínum Facebook vanga.
Watson heldur, at filmurin gevur fólki ta misvísandi ábending, at føroyingar hava brúk fyri tvøstinum, og at grindadrápið er í samsvari við gamla traditión og mentan. Watson heldur hinvegin, at grindadrápið er barbariskt og óneyðugt, tí føroyingum tørvar ikki tvøst og spik fyri at yvirliva.
Nýggi grindafilmurin kann síggjast her.
Skuldi onkur havt hug at lisið atfinnandi viðmerkingina hjá misnøgda Watson, finnist hon her.