Watson á veg í Suðuríshavið

Sea Shepherd-oddamaðurin, Paul Watson, hevur nú aftur latið frætta frá sær. Í gjárkvøldið kunngjørdi hann, at hann er umborð á skipinum Steve Irwin, og at skipið er á veg suður til Antarktis, har tað skal forða japonskum skipum at skjóta hval.

Steve Irwin fór úr Melbourne í Avstralia í síðsta mánað, men tað er ikki greitt, nær og ella hvar Paul Watson er komin umborð.

Paul Watson er eftirlýstur hjá altjóða løgreglusamstarvinum, Interpol. Í mai bleiv hann handtikin í Týsklandi, eftir at myndugleikarnir í miðamerikanska landinum Costa Rica høvdu kravt, at hann skuldi takast, tí at hann er skuldsettur fyri drápsroynd har. Men eftir eina viku í týskum varðhaldi varð Watson latin leysur ímóti veð, og hann var skjótur at sleppa sær úr Týsklandi. Síðani hevur hann verið kúrrur.

Sea Shepherd hevur boðað frá, at í vetur verður átakið ímóti teimum japonsku hvalabátunum við Antarktis meiri umfatandi enn nakrantíð fyrr. Tilsamans fer felagsskapurin at senda fýra skip, eina tyrlu og trý ómannað njósnaraflogfør á leiðina í Suðuríshavinum.