Watson: Vit hava sneytara í føroysku løgregluni

Leiðarin í Sea Shepherd vil vera við, at felagsskapurin hevur samband við persón inni í føroysku løgregluni, sum gevur teimum upplýsingar.

Tað sigur Paul Watson í einum posti, hann hevur skrivað á Facebook vanga sínum.

Paul Watson skrivar um teir tríggjar bátarnar, sum vórðu tiknir frá Sea Shepherd í Føroyum í fjør, og sum leygardagin vórðu seldir á uppboðssølu. Í tí sambandi bæði finnist Watson at løgregluni og roynir at vinna teimum neisur.

– Hvørki Sea Shepherd ella okkara føroyski sakførari fekk boð um uppboðssøluna, men takka veri okkara persóni inni í føroysku løgregluni fáa vit upplýsingar um alt, sum snýr seg um løgregluna og Sea Shepherd, sigur Paul Watson.