Enska fótbóltssambandið hevur reist kæru móti Wayne Rooney fyri ósømuligan málburð. Hann kann vænta sær tveir dystir leikbann. Í sekundinum eftir at Wayne Rooney hevði lagt Manchester United á odda móti West Ham í vikuskiftinum, bannaði hann beint í eitt sjónvarpsupptøktól, sum tók nær mynd av honum. Wayne Rooney bað orsaka fyri hendingina í tíðindaskrivi eftir dystin.
Enska fótbóltssambandið hevur alíkavæl valt at reisa kæru móti 25-ára gamla framherjanum hjá Manchester United. Wayne Rooney hevur nú tríggjar møguleikar. Hann kann játta seg sekan og so fær hann leikbann í tveir dystir. Hann kann eisini játta seg sekan, men samstundis kæra longdina á leikbanninum. Seinasti møguleikin er ikki at játta seg sekan. Ger hann tað og tapur, so verður leikbannið longt við einum dysti og fevur tá um tríggjar dystir.
Hann hevur til klokkan 18 í annaðkvøld at taka eina avgerð, sigur Sky Sports í kvøld.
Eisini West Ham venjarin, Avram Grant, hevur fingið leikbann í tveir dystir fyri ósømuligan málburð mótvegis einum dómara eftir at teir taptu fyri Stoke í FA Cup.
Er enska fótbóltssambandið farið og langt við hesum dóminum, ella skulu leikarar leikbannast fyri at banna?