Wayne Rooney er aftur í Manchester, aftaná at hava verið burturi í USA, men enn er høvuðsvenjarin hjá Manchester United, Alex Ferguson ikki vísur í, um Rooney sleppur við til heimadystin ímóti Wigan í Premier League leygardagin.
- Venjingarnar mugu prógva, um Wayne er klárur at spæla fyri tað besta liðið, sigur Ferguson við tíðindastovuna, AP.
Wayne Rooney hevði eitt framúr gott kappingarár við Manchester United í fjør, men hann hevur spælt rættiliga illa hetta kappingarárið, og nógv neiligt er skrivað í tí ógvuliga opinskáraðu, bretsku pressuni um privatlívið hjá honum. Fyri stuttum hótti Wayne Rooney eisini við at fara úr Manchester United, tí hann helt, at felagið hevði ikki nóg stórar ambisjónir.
Alex Ferguson heldur hinvegin, at Wayne Rooney hevur fingið vánalig ráð frá einum umboðsmanni, sum sambært Ferguson ikki er tann best umtókti maðurin í fótbóltsheiminum. - Tá Wayne sá hvat almenningurin, fjepparnir og miðlarnir søgdu, so broyti hann meining aftur. Hetta gjørdi hann, tí hann var vorðin sannførdur um, at hann hevði gjørt eitt mistak. Og nakrar tímar seinni var ein nýggjur sáttmáli undirskrivaður, greiðir Ferguson frá.
Ferguson er vísur í, at Rooney og tey mongu viðhaldsfólkini hjá Manchester United fara at finna saman aftur. - Eg vænti, at tey prógvini fara vit at fáa á fótbóltsvøllinum. Vit ynska at fáa Wayne aftur til sítt besta støðið. Tá tað hendir, so fer alt at verða í fínasta lagið, sigur ein ivaleysur Alex Ferguson við AP.