Eitt stig var nóg mikið hjá West Bromwich, tá teir í gjárkvøldið skuldu tryggja sær uppflyting til Premier League. Á heimavølli fingu teir vitjan av Southampton, sum framvegis er í niðurflytingarvanda. Southampton kom á odda í 77. minutti, men Chris Brunt javnaði fyri heimaliðið sjey minuttir seinni. Eina stigið sendur West Bromwich á eitt deilt fyrsta pláss saman við Stoke City. Eitt umfar er eftir í The Championship, og kappingin um hitt uppflytingarplássið er framvegis hørð. Her liggur Stoke best fyri, men tapa teir næsta dyst, samstundis sum Hull vinnur sín dyst, verður tað gamla felagið hjá Julian Johnsson, ið sleppur at spæla í Premier League komandi kappingarár. Hóast Hull kann koma ájavnt WBA í stigum, so er málmunurin hjá WBA somikið góður, at uppflytingin longu er veruleiki.