Kl. 12.45 leika Arsenal og Liverpool á Emirates Leikvøllinum í London. Hesuferð leika liðini í Premier League, mikukvøldið leiktu somu lið - á sama vølli - javnleik 1-1 í fyrru fjórðingsfinaluni í Champions League-kappingini. Venjarin hjá Arsenal, Arsene Wenger trýr enn uppá møguleikan, at Arsenal kunnu gerast enskir meistarar. Men tað krevur sambært Wenger, at Arsenal má vinna teir síðstu seks dystirnar, millum teirra ein útidystur á vøllinum hjá oddaliðnum, Manchester United. ?Eg fari at velja mær eitt lið, sum kann vinna á Liverpool. Eg haldi, at vit hava ein góðan møguleika í liguni, og hann vil eg ikki missa. Tað er sera týdningarmikið fyri okkum at vinna dystin, hetta orsaka av støðuni í Premier League. Tað hevði havt tvífalda ávirkan at vunnið á Liverpool, bæði í Premier League, og í Champions League.? sigur Arsene Wenger. Dysturin millum Arsenal og Liverpool byrjar kl. 12.45.
Tíðindi