West Bromwich og Stoke fluttu upp í Premier League

West Bromwich vunnu næstbestu ensku deildina, ið nevnist The Championship. West Bromwich vunnu 2-0 á Queens Park Rangers á útivølli í dag, og endaðu teir ovast við 81 stigum. Stoke spældi javnleik 0-0 á heimavølli ímóti Leicester, og tað rakk til at gerast nr. 2 í deildini við 79 stigum. Hetta merkir, at Stoke fyri fyrstu ferð í 23 ár skal spæla í bestu ensku fótbóltsdeildini. Inntil fyri tveimum árum síðani hevði Stoke City íslendskar eigarar, men teir seldu felagið aftur, sum teir keyptu í 1999. Úrslitið var ein vanlukka fyri Leicester, sum við 52 stigum endaði triðaftast í deildini, og flyta The Foxes niður í League One saman við Scunthorpe og Colchester. Hetta er fyrstu ferð í 124 ára søgu felagsins, at Leicester fer at spæla í triðjubestu ensku fótbóltsdeildini. Stoke og Leicester eru annars liðini, sum legendariski málverjin, Gordon Banks spældi við, sum yrkisleikari. Gomlu kenningarnir í Premier League, Southampton og Coventry yvirlivdu hesuferð. Coventry tapti 1-4 á útivølli móti Charlton, men tað fekk ikki nakrar avleiðingar, tí Leicester megnaði ikki at vinna í Stoke. Southampton lyftu seg upp um niðurflytingarstrikuna við at vinna 3-2 ímóti Sheffield United á heimavølli. Blackpool leikti 1-1 ímóti Watford, og liðið hjá Claus Bech Jørgensen endaði 2 stig omanfyri niðurflytingarstrikuna. Hull, Bristol City, Crystal Palace og Watford skulu dystast um tað síðsta plássið í Premier League.