Whitney Houston farin í hundarnar?

:)

Nógv verður í hesum døgum tosað um Whitney Houston. Tosið byrjaði tá Whitney ikki møtti upp til árligu Oscar handanina, har ætlanin var at hon skuldi syngja. Í almennu grundgevingini frá Whitney var sagt, at hon hevði trupulleikar við røddini, og tískil ikki var før fyri at syngja. Sagt var somuleiðis at hon hevði drigist við henda trupulleikan í fleiri mánaðar, og óvist var nær hon fór at vera at síggja á palli aftur.

Amerikansku bløðini hava eisini gjørt sær sína hugsan um hví Whitney Houston ikki møtti til Oscar handanina. Sagt verður at tað als ikki er nakað galið við røddini hjá Whitney, hennara trupulleikar eru nógv álvarsamari enn so. Sagt verður at hon møtti til venjingarnar áðrenn Oscar handanina í einum slíkum standi, at har var einki at stilla upp. Tónlistarligi leiðarin fyri handanina, Burt Bacharach, helt seg ikki kunna brúka hana til nakað, og sendi hana heimaftur. Sagt verður at Whitney Houston var tíðiliga rúsað, og at hon illa nokk megnaði at halda eyguni opin. Enn verri gekk hjá henni at minnast orðini hon skuldi syngja.

Ilt er tó at siga um nakað hald er í hesum tíðindunum. Eitt nú hevur Garth Brooks sum var hjástaddur sagt, at Whitney Houston veruliga gjørdi eina roynd at syngja, men at har var álvorliga galið við røddini. Tá tað var staðfest at Whitney Houston ikki megnaði at syngja vóru boð send eftir country stjørnuni Faith Hill, sum til fulnar megnaði at loysa uppgávuna.

Tað hevur leingi verið tosað um at Whitney Houston skal hava rúsevnistrupulleikar, og enn meiri brenni var lagt til bálið, tá hon herfyri var handtikin á Kona flogvøllinum á Hawaii við 15,2 gram av marijuana uppi á sær. Hildið verður ikki at maður hennara, tann buldraligi Bobby Brown hevur havt nakra góða ávirkan á Whitney síðani tey giftust. Hjúnarbandið hevur fleiri ferðir knirkað, og tað hevur verið um reppið at tey fóru hvør til sítt.

Sannleikans tími fyri Whitney Houston verður í komandi viku, tá plátufelagið hjá henni Arista Records fer at halda 25 ár føðingardag. Skipað verður fyri stórum gallakvøldi, har ætlanin er at gullfuglurin hjá teimum skal syngja. Sama dag er eisini ætalnin at ein nýggj savnsfløga við Whitney Houston skal sendast á marknaðin.