WHO herðir tilbúgvingina ímóti svínakrími

Heimsheilsustovnurin WHO hevur nú sett tilbúgvingina ímóti svínakrími upp á 5. stig, sum er tað næstovasta á tilbúgvingarstiganum Margaret Chan, stjóri í WHO, segði í gjárkvøldið, at vandin fyri, at svínakrímið kann breiða seg um allan heimin, er vaksin, og at tilbúgvingin tí verður herd.

WHO-stjórin segði eisini, at heimssamfelagið fær nú gagn av royndunum frá fuglakríminum.

Samstundis bendir alt á, at svínakrímið breiðir seg. Heilsumyndugleikarnir í Sveis hava kunngjørt, at teir hava staðfest sjúkuna har, og á einari herstøð í USA hava tey illgruna um, at meiri enn 30 hermenn kunnu vera smittaðir.