Wikileaks avdúkar heimsins loynidómar

Tá heimasíðan Wikileaks almannakunnger loynidómar hjá USA um onnur lond, er alt heimssamfelagið hótt, segði Hillary Clinton, tá Wikileaks fyri viku síðan almannakunngjørdi 250.000 loynilig skjøl úr amerikonskum sendistovum kring heimin. Fólkini handan Wikileaks rópa seg upplýsingaraktivistar, ið vilja lata heimsins stjórnir upp og avdúka sannleikan um tær. Amnesty International hevur heiðrað Wikileaks fyri sínar avdúkingar, men amerikanskir politikarar fata felagsskapin sum ein yvirgangsfelagsskap

Iranski Ahmed Amadinidjad er nú­tíðarinnar Hitler, týska Angela Merkel ræðist konfliktir og er ókreativ, franski Nicolas Sarkozy er ein keisari í ongum klæðum, italski Berlusconi tímir bara at ballast, og Saudi Arabia vil hava USA at loypa á Iran. Gerið so væl, heims­ins fjølmiðlar, hetta er tað, sum USA veruliga hugsar um sínar vinir og fígg­indar, kundi felagsskapurin Wikileaks eins væl boðað frá, tá hann fyri viku síð­an almannakunngjørdi 250.000 skjøl úr 250 amerikonskum sendistovum og kon­sulátum á síni heimasíðu.
Í tilfarinum, ið fór sum skógareldur upp á allar heimsins tíðindabreddar, var hópur av skjølum, ið USA ongan­tíð ætlaði at kunngera, men nú er alt hongt upp at turka, og amerikanska stjórn­in er skakað. Wikileaks hóttir rætt og slætt heimssamfelagið og altjóða diplo­matiið við sínum avdúkingum, og av­leiðingarnar kunnu gerast óbótaligar, segði amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, eftir avdúkingina. So avgjørt ikki, svaraði Julian Assange, høvuðsmaðurin aftan fyri Wikileaks, bara stjórnir kunnu finna uppá at ør­kymla almenningin við tílíkum møsni.
Útsøgnin hjá Hillary Clinton og svarið hjá Julian Assange vísa væl, hvussu valdsjavnvágin í heiminum er broytt orsakað av internetinum. Ein einstakur felagsskapur við fimm fólkum í føstum starvi og 1.200 sjálvbodnum hjálparum hevur trýst heimsins einasta stórveldi so nógv, at tað heldur alt heimssamfelagið vera hótt. Sovorðið plagdi USA einans at siga um virksemið hjá yvirgangsmonnum sum Osama bin Laden, men nú er Julian Assange ein nær­um líka stórur fíggingdi, ikki tí hann loypur á við bumbum, men við upp­lýsingum.
 
Vil broyta heimssøguna
Julian Assange er av avstralskum upp­runa. Hann er journalistur og las eis­ini støddfrøði og evnafrøði, men tímdi ikki at gera seg lidnan. Hann er ein­ans 39 ára gamal og kann kanska kallast ein anarkistiskur idealistur. Í sín­um ungu døgum fekst hann við at bróta inn í telduskipanir og varð eisini dømdur fyri hetta í 1995. Hann sigst vera sera gløggur, og hóast onkuntíð hev­ur verið nevnt, at avhopparar úr Kina, journalistar, støddfrøðingar og ný­byrjaðar tøknifyritøkur tóku stig til Wiki­leaks, fær Assange oftast heiðurin fyri at hava stovnað felagsskapin.
Wikileaks fór undir sítt virksemi so seint sum í 2006, men hevur longu havt ovurstóra ávirkan í heiminum. Slag­orðið hjá felagsskapinum er »We open governments.« Næstan bara Disney hev­ur eitt líka einfalt og beinrakið slag­orð við sínum »We make people happy.« Eyðsýnt er, at Wikileaks trýr ikki einum orði, sum stjórnir kring heim­in siga, og tí vil felagsskapurin av­dúka teirra lygnir og fáa sannleikan á borð­ið. Keldurnar hjá felagsskapinum eru so­nevndir whistleblowers, ið sita so­leiðis fyri, at teir fáa fatur á loyniligum tilfari.
Julian Assange hevur sagt, at hann vil umskapa heimssøguna, og nógv bendir á, at Wikileaks er í ferð við at gera júst hetta. Við at avdúka hundrað­túsundtals skjøl um kríggini í Afganistan og Irak hevur felagsskapurin varpað rættiliga ivasamt ljós á USA, ikki minst tá Wikileaks avdúkaði, hvussu amerikanskir tyrluhermenn í Irak púra óneyðugt skutu sivilar irakar til deyðis, tá teir á opnari gøtu royndu at hjálpa ein­um særdum manni. Tilburðurin minti mest um eitt telduspæl, og her­menn­inir tóktust vera fullkomiliga óávirk­aðir av støðuni.
Wikileaks hevur eisini avdúkað korruptión í Kenya. Fyri hetta átakið heiðraði Amnesty International fel­ags­skapin. Á heimasíðu síni hevur Wiki­leaks haraftrat kunngjørt, hvør tók ovur­stór lán í Kaupthing í Íslandi, áðr­enn bankin fór á húsagang, hvørji eru limir í fremmandafíggindaliga flokk­inum British National Party, og hvat varð umrøtt á innanhýsis fundum í sam­bandi við veðurlagstoppfundin í Keyp­mannahavn. Ongin verður spardur, tá Wikileaks fer til verka, og ongin verður álopin partapolitiskt. Málið er aleina at fáa sannleikan á borðið.

Minnir um leka í 1971
Julian Assange verður nógvastaðni fataður sum ein fíggindi mót­vegis trygdini hjá bæði londum og ein­staklingum. Í sambandi við upplýs­ingar­nar, ið lóku út um kríggið í Afganistan, vórðu nøvn á sivilum afganarum, ið samstarvaðu við hersetingarvaldið, eisini kunngjørd. Wikileaks varð tá lagt undir at seta lívini hjá hesum fólk­um í vanda, eins og felagsskapurin við sínum virksemi støðugt verður lagdur undir at vera ein hóttan ímóti ameri­konskum hermonnum. Summar av hes­um atfinningum hevur Wikileaks tikið til sín og kunnger nú færri nøvn.
Wikileaks virkar fyri, at fólk, ið av­dúka loynidómar um órættvísa, ósanna ella korrupta atferð, ikki skulu verða sett føst fyri at bera fram sínar upplýsingar. Hetta hendi, tá kiniesiski journalisturin, Shi Tao, varð dømdur inn at sita í 10 ár í 2005, tí hann hevði almannakunngjørt ein teldupost hjá kinesiskum myndug­leikum um ársdagin fyri hópdrápið á Himmalfriðartorginum. Meðan kines­iska stjórnin á hendan hátt trælkaði talu­frælsið, treiskast Wikileaks og al­manna­kunnger mangt slíkt úr øllum heim­inum.
Hugmyndin handan virksemið hjá Wikileaks er samanborin við átak­ið hjá amerikanaranum, Daniel Ellsberg, sum í 1971 lak 7.000 skjøl úr Pentagon um kríggið í Vietnam. Hóast amerikanska stjórnin heldur, at Wiki­leaks skaðar áhugamálini hjá USA, so hevur Ellsberg vart felagsskapin og var eisini við á tíðindafundinum hjá Wiki­leaks í London í oktober í ár, tá skjøl um Irak-kríggið vórðu avdúkað. Tíðinda­fundurin varð vístur beinleiðis í nógv­um sjónvarpsstøðum og eisini á internetinum. Julian Assange greiddi á fundinum frá seinastu avdúkingunum og svarði spurningum.
Wikileaks er sum gøluskapari eisini samanborið við Watergate-gøluna í 70'unum, tá Richard Nixon visti, at hans­ara menn brutu inn í høvuðssætið hjá demokratiska flokkinum í Watergate-bygninginum. Gølan kostaði at enda Nixon forsetasessin, men tað, sum Wiki­leaks ger, kann als ikki javnmetast við hetta heldur klossuta innbrotið, tí mongd­in av upplýsingum, ið Wikileaks avdúkar, er nógvar ferðir størri enn tá, tær snúgva seg um viðurskifti kring allan heimin, og haraftrat verður alt tað politiska, umsitingarliga og hern­aðar­liga valdið í USA álopið.
 
Internetið sum hóttan
Tey 1.200 fólkini, sum sjálvboðin hjálpa Julian Assange at avdúka loyniligar upp­lýsingar, eru øll fólk, sum eru ónøgd við tey tíðindi, sum siðbundnu fjøl­miðl­arnir bera heimsins almenningi. Fjøl­miðlarnir tora ofta ikki ella eru ikki førir fyri at tala máttmiklum stjórnum ímóti, og avmarkað er tí, hvat teir av­dúka. Eisini eru flestu teirra heftir at fíggjarligum áhugamálum og kunnu tí skjótt verða revsaðir fíggjarliga, um teir ganga máttmiklum eigarum ella lýs­arum ov nær. Wikileaks hevur ongi tílík atlit at taka, tí felagsskapurin er óheftur fíggjarliga.
Í eini amerikanskari sjónvarps­sam­røðu við Julian Assange nevndi spyrj­arin, at Wikileaks hevur í fýra ár megnað at almannakunngjørt fleiri loyn­ilig skjøl kring heimin, enn allir heimsins fjølmiðlar nakrantíð hava megnað at almannakunngjørt. Assange varð spurdur, um hetta er so, og hann noktaði ikki fyri tí. Tvørturímóti segði hann, at hetta vísir bara, hvussu lítið siðbundnu fjølmiðlarnir fáa burturúr, og hvussu ovurstóra ávirkan Wikileaks hevur. Og rætt hevur hann í, at Wiki­leaks er eitt fullkomið nýbrot í journa­listisku søguni.
Daniel Ellsberg, sum avdúkaði skjølini í Pentagon í 1971, hevur sagt, at hann í fleiri ár hevur bíðað eftir, at internetið fór at verða brúkt til tí­lík­ar avdúkingar, tí møguleikarnir fyri at breiða upplýsingar út um all­an heim eru so ovurhonds góðir í dag. Við Wikileaks er hetta so hent. Wiki­leaks loypur lætt og elegant upp um allar heimsins redaktørar og eisini ofta grund­leggjandi journalistiskar megin­reglur. Felagsskapurin er nógv djarv­ari og meira ágangandi, enn flestu fjøl­miðlar eru, men hetta kemur so fjølmiðl­unum til góðar, sum jú válka sær í upp­lýs­ing­unum, ið Wikileaks almanna­kunnger.
Julian Assange livir tó ikki nakað lætt lív. Hann er í Svøríki lagdur und­ir at hava gjørt seg inn á tvær kvinn­ur, og helst kemst hetta av, at sterkar kreftir vilja karaktermyrða hann. Skuld­setingarnar høvdu við sær, at hann mátti flýggja úr Svøríki, har Wiki­leaks annars hevur gjørt sær dælt av frælslyntu ásetingunum um talu­frælsi í grundlógini. Assange er nú í London, men í januar gongur hansara uppihaldsloyvi har út, og spurningurin er so, hvagar hann skal fara. Til Íslands? Til Avstralia? Tað heldur hann ikki sjálvur, tí bæði londini eru ov sam­starvs­hugað við USA, hevur hann sagt.
Ið hvussu er má hann krógva seg væl, tí heimsins einasta stórveldi, USA, vil fegið koma á tal við hann og seta hann fastan fyri landsskaðiligt virk­semi. Mongu fjepparar hansara fara tó ivaleyst at veita honum skjól so leingi, teir kunnu, tí teir fata hann sum eina hetju, ein journalistiskan James Bond, ið við dirvi og gløggskygni ger eitt alneyðugt arbeiði sannleikanum at frama.