Hetta hendi, tá krúnprinsurin luttók á einum galladøgurða á Raffies Hotelli í London í kvøld.
- Vit seta veruliga prís upp á alla vinaligheit. Takk, segði krúnprinsurin sambært ávísini, The Sun, tá hann kom til hotellið.
Blaðið væntar, at William fer at halda eina røðu á tiltakinum í kvøld, og at hann tá fer at siga eitt sindur meira um krabbasjúkuna hjá pápanum.
Tað var í vikuni, at Buckingham Palace boðað frá, at 75 ára gamli, Charles kongur, hevur fingið staðfest krabbamein.
Hetta hendi bert eina viku eftir, at hann hevði verið undir skurði og varð útskrivaður aftur fyri ein góðkynjaðan svull í prostata.
Sambært Sky News skal Charles kongur í viðgerð móti krabbameini ein av fyrstu døgunum, og hann skal viðgerast í London.