Leygardagin datt bretska songkvinnan í heimi sínum og varð innløgd, skrivar eb.dk.
Umboðsmaður hennara sigur, at rivjabein eru skødd, og hon hevur fingið sár yvir eygað. Amy Winehouse er nú á einum lítlum privatsjúkrahúsi í London.
Winehouse gjørdist veruliga kend, tá hon vann Grammy fyri fløguna, >>Back to Black<< í 2006. Hennara vakra songrødd er hinvegin doyvd burtur við gølum um rúsevnismisnýtslu, hjúnarskilna og rættarmálum.
Tá 26 ára gamla songkvinnan kemur fyri seg aftur, fer hon í holt at gera nýggja fløgu saman við framleiðaranum, Mark Ronson.