Við 6-1, 6-2 spældi Caroline Wozniacki seg lætt í finaluna í e-Boks Sony Ericsson Open í Farum í kvøld. Monica Barthel hevði ongan møguleika.
Higartil hevur heimsins nummar eitt ikki spælt so væl, men bæði í í fjórðingsfinaluni og í hálvfinaluni spældi Caroline Wozniacki sera væl og vann í dag steinvist 6-1, 6-2 á gamaní heldur ókendu Mona Berthel.
Wozniacki servaði væl og hevði alla tíðina tamarhald á spælinum. Seinnapartin í morgin skal Caroline Wozniacki spæla finaluna móti Lucie Safarova sum í sínari hálvfinalu vann 1-6, 6-4, 6-2.