Wozniacki skal møta Hingis

16 ára gamla danska tennisstjørnan, Caroline Wozniacki, hevur fingið fram úr góð úrslit í ár, og hon er farin nærum 100 pláss upp eftir heimsstyrkilistanum síðstu tíðina.

Í síðstu viku vann Wozniacki eina kapping í USA, sum førdi hann enn longur upp eftir styrkilistanum. Í hesum døgum er hon aftur við í eini kapping í USA, har hon hevur spælt seg víðari til aðru rundu. Her skal hon møta einari av sínum stóru fyrimyndum, nevniliga sveisisku, Martina Hingis. Hingis liggur í løtuni á sætta plássi á heimsstyrkilistanum, so hetta verður ein stórur biti hjá 16 ára gomlu Wozniacki.