Wright-Phillips aftur til City

Shaun Wright-Phillips er farin aftur til Manchester City í dag, eftir at hava verið til læknakanning. Hann kostar City umleið 85 milliónir krónur. Enski landsliðsleikarin hevur undirskrivað ein fýra ára sáttmála við Manchester City, har hann leikti í sjey ár frá 1998, til hann flutti til Chelsen fyri 210 milliónir krónur. - Eg eri ógvuliga fegin um at vera aftur í City, og eg gleði men at koma í gongd, sigur Shaun Wright-Phillips við The Times. Tíðin í Chelsea var ikki treytaleys success. Tey trý árini hann var í London byrjaði hann bert inni í 43 dystum. - Mær hevur altíð líkað hann væl sum leikara, og hann var eitt av mínum málum, tá eg kom til City, sigur venjarin, Mark Hughes, sum heldur, at tað er eitt kubb fyri Manchester City at hava fingið fatur á honum.