Fríggjakvøldið verður konsert í Norðurlandahúsinum við Lindu Andrews, har hon, saman við vælumtóktum føroyskum tónleikarum, fer at framføra øll X-Factor løgini Linda Andrews heldur um vikuskiftið tað fyrstu føroysku X-Factor konsertina, og verður tað í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið.
Saman við James Olsen, Kim Hansen og Jens Marna Hansen, fer X-Factor vinnarin á pall í Norðurlandahúsinum, og lagt verður upp til eitt veruligt X-Factor kvøld.
Linda fer at framføra øll tey kendu løgini frá X-Factor, sum flest okkara kenna hana fyri.