X-faktor finalan í Vestmanna í kvøld

Báðir finalistarnir úr X-faktor finaluni fara á pall í Vestmanna í kvøld.

 

Sum flestum kunnugt vann Emilie Esther finaluna í X-faktor í DR-býnum í mars. Og sum øll vita, var hin finalisturin føroyski Jógvan.

 

Nú fáa føroyingar høvi at uppliva finaluna enn einaferð, tá bæði Emilie Esther og Jógvan fara á pall í Vestmanna í kvøld.

 

Luttøkan av x-faktorfinalistunum er partur av ungdómstiltakinum á Bátastevnuni, sum er í Vestmanna hetta vikuskifti. Umframt tey bæði, fara Búi Dam og Dánjal á Neystabø at framføra bror úr væl umtóktu Ævintýraferðunum.

 

Aftaná barna- og ungdómstiltakið verður dansibandkvøld. Elis Poulsen sendir sendingina Upp á tá beinleiðis úr Vestmanna, og norska dansibarnorkestrið Holmsvé fer at spæla til dans.