Besta lýsingin er føroysk

Í Uruguay er sjónbandið, har Ivan Eginsson eigur sítt stóra íkast, kosin sum besta sjónvarpslýsingin á árinum

 

 

Sjónbandið, sum er ein lýsing fyri gjaldskort, er fyri tað nógva tikin upp í Føroyum, og her kunnu hyggjararnir síggja, hvussu stóri Uruguay-fjepparin – sum ikki hevur gjaldskort – vísir sítt land fram.

 

Nú er lýsingin kosin sum tann besta sjónvarpslýsingin í 2014 í bólkinum fyri lýsingar, sum eru meira enn 40 sekund til longdar. Hetta hendi á sonevnda Campana de Oro festivalinum í Montevideo.