Xavi fer nýggjar leiðir

Garvaði miðvallarin takkar fyri seg í Barcelona

Seinastu mongu árini hevur sentrali miðvallarin, Xavi Hernandez, verið ein av ímyndunum á vælspælandi Barcelona-liðnum, ið hevur trøllabundið nógvar fótbóltsfjepparar. Xavi er tó blivin heili 35 ára gamal og er ikki heilt tann sami leikarin longur, og hetta árið hevur hann eisini mist sítt sjálvskrivaða pláss til kroatiska Ivan Rakitic. 

 

Nú er tó greitt, at Xavi fer nýggjar leiðir. Aftaná summarfrítíðina verður tað í Qatar, at Xavi skal ganda á fótbóltsvøllinum. Í gjár varð nevniliga kunngjørt, at Al Sadd úr Qatar verður nýggja felagið hjá Xavi. Hervið verður Champions League-finalan, um Xavi spælir væl at merkja, seinasti dystur hansara fyri sigursvanda, katalanska stórfelagið.

 

Xavi hevur leikt yvir 700 dystir fyri FC Barcelona. Hann leikti sín fyrsta dyst sum 18 ára gamal í 1998. Millum annað hevur hann vunnið spanska meistaraheitið átta ferðir og Champions League tríggjar ferðir.