Xi Jinping bjóðar Vladimir Putin á vitjan í Kina

Í dag halda fundirnir millum báðar forsetarnar fram, og spenningur er um, hvat fer at spyrjast burtur úr, tá ræður um kríggið í Ukraina.

Nú kinesiski forsetin, Xi Jinping, er á vitjan í Russlandi, hevur hann bjóðað russiska forsetanum, Vladimir Putin, á vitjan í Kina einaferð í 2023.

 

Tað veit tíðindastovan Reuters at siga. Lagt verður aftrat, at russiski forsætisráðharrin, Mikhail Mishustin, eisini er bjóðaður á vitjan í Kina.

 

Xi Jinping lendi í Moskva fyrrapartin mánadagin, og í gjár hittust forsetarnir í Russlandi og Kina í fleiri tímar. 

 

Sagt verður, at Vladimir Putin og Xi Jinping í gjár tosaðu um fíggjarligt samstarv landanna millum, og kinesiski forsetin greiddi eisini frá uppskotinum hjá Kina til vápnahvild í Ukraina.

 

Dagurin í gjár endaði við einum felags døgurða. Í dag halda fundirnir millum báðar forsetarnir fram, og spenningur er um, hvat fer at spyrjast burtur úr, tá ræður um kríggið í Ukraina.

 

Sambært útlendskum miðlum heitti Ukraina í gjár á kinesiska forsetan um at gera sína ávirkan galdandi, soleiðis at kríggið tekur ein enda. Vitjanin hjá Xi Jinping í Russlandi varar í tríggjar dagar.