Yaris fyri tey ungu

Nýggjasta og minsta skotið frá Toyota er tann lítli, fitti og snøggi Toyota Yaris, sum nú avloysir Toyota Starlet.

Toyotaumboðið í Føroyum fekk ein av teimum fyrstu Yarisbilunum, sum komu til Norðurlond ? og nakrir eru longu at síggja á føroysku vegunum.

Gongdin hevur seinnu árini verið, at bilaframleiðarar hava lagt seg eftir at gera teir lítlu bilarnar bæði minni og størri. Skilt á tann hátt, at meðan teir fylla minni og minni í vavi, so veksur kabinurúmið.

Toyota Yaris er einki undantak í so máta ? tvørturímóti, tí Toytaverkførðingarnar hava brotið úr nýggjum.

Bilaummælarar úti í heimi hava mett, at bilurin serliga skuldi havt møguleikar hjá teimum ungu ? og tað tykist eisini, sum um framleiðarin hevur lagt seg eftir at lata bilin í frískum litum ? sum kanska serliga eggja ungfólki, ella teimum, sum fegin vilja vera ung.

Bilurin er lítil, men vakur og sera væl innrættaður. Hóast lítil í vavi, so er gott pláss oman fyri høvdið - og tann við longum beinum situr eisini væl í bilinum.

So hegnisliga er innrættað, at tú kanst sjálvur velja, um betra plássið skal vera fyri ferðafólkið ella viðførið. Baksetrið kann togast heilt fram til framsetrini ? og tá verður rættuliga gott pláss í viðførisrúminum.

Verður baksetrið hinvegin skumpað heilt aftur, minkar viðførisrúmið, men kortini verður tað ikki minni enn 205 litrar. Bera vit saman við eitt nú VW Lupo, so hevur hann 130 litra viðførisrúm meðan Ford Ka hevur 180 litrar.

Annað sermerkt við bilinum eru instrumentini ? kilometurvísari o. a. Alt hetta er digitalt- og tú skalt snara høvdinum fyri at kunna lesa tað, tí tað er plaserað miðskeiðis í bilinum. Eisini er tað lagt soleiðis til rættis, at tað bara er førarin sum sær, hvat tólini vísa ? og tað tykist, sum um at tú lesur heilt frammi frá kúfangaranum.

Hetta sigst verða gjørt, fyri at førarin ikki skal umstilla eyguni, tá hann skeitir eftir kilometurvísaranum, meðan hann koyrir. Kanska smart ? men kanska frustrerandi?

Onkur segði, at hetta var smart, tá tú hevur konu ella vermóðir í bilinum ? so fáa tær ikki brokkað seg!

Sum vera man, so brennir Yaris ikki nógv. Enn fæst hann bert við 1.0 l motori við 68 hk við 6.000 snúningum. Seinni kemur ein 1.3 útgáva ? og verður bíðað eitt sindur longri, so fæst hann eisini við síðuairbags.

Bilurin verður framleiddur í Japan, men frá ár 2001 verður Yaris framleiddur á eini nýggjari verksmiðju í Valancinnes í Norðurfraklandi.

Yaris-motorurin verður frá ár 2001 framleidudur á Toyotaverksmiðjuni í Deeside í Wales.

Toyota Yaris verður annars tann fyrsti Toyota við 12 ára trygd móti gjøgnumtering.


Teknisk data


Skrokkur: 3 ella 5 hurðar. Lond/breidd/hædd:3,62x1,66x1,50m. Viðførisrúm 205 ? 305 litrar. Ásafrástøða 2,37 m. Hjól/dekk: 175/65 R 14. Eginvekt frá 825 kg, bensintangi 65 litrar.

Motorur: 4 sýl, bensin, 988 ccm, 68 hk v/6.000 snún. 90 Nm v./4.100 snún.

Avrik: Toppferð 155 km/t. 0-100: 12,0. Nýtsla (miðal) 17,5 km/l. Co2: 134 gram/km.